80%

Tónleikarar á veg

At skriva ummæli av konsertum í Føroyum kann ofta vera eitt heldur møtumikið arbeiði. Viðurskiftini eru smá, og ofta verður tú noyddur at leggja tíni orð á ein hátt, sum tú kanska ikki innast inni hevði ætlað, fyri ikki at særa onkran. Ella tú bert skammrósar allari framførsluni sum framúrskarandi uttan mun til, um konsertin í veruleikanum helt eitt slíkt støði ella ikki.

Ikki soleiðis í hesum førinum, har eg var til konsert í Norðurlandahúsinum seinnapartin leygardagin 24. oktober, har ungir tónleikarar, sum lesa tónleik á miðnámsstigi á musikskúlanum høvdu konsert.

Lat meg siga beinanvegin, at hetta var ein heilt fantastiska góð konsert. Hon var í Klingruni í Norðurlandahúsinum, har eina 60-70 fólk vóru komin saman at lurta. Skráin var fyri tann stóra partin tónleikur fyri tvørfloytur og ein sera kend guitarkonsert av Vivaldi. Tónleikurin var lættur - veitslukendur.

Lagt var fyri við eini trio-sonatu av Georg Philip Telemann fyri floytu, violin, fagott og klaver. Kamilla Ravnsfjall á floytu, Maria Heinesen á violin, Sissal G. Magnussen á fagott og Jósef Olsen á klaver. Og tað var alt fyri eitt týðuligt, at samanspælið her var á einum sera høgum støði. Tey dugdu serstakliga væl at liva seg inn í tónleikin, og Kamilla spældi ótrúliga væl uppá sína floytu. Samanumtikið ein sera musikalsk framførsla.

Hildið var fram við tónleiki av Friedrich Kuhlau, ein upprunaliga týskur komponistur, sum livdi størsta partin av sínum lívi í Danmark, og tí ofta verður roknaður sum danskur komponistur. Helst er hann best kendur fyri sín tónleik til júst tvørfloytur, og her fingu vit eitt verk fyri tvær floytur og klaver - Trio í G-dur. Marta T. Johannesen og Elsa Maria Dam á floytu og Oluf Dam á klaver. Aftur her fingu vit eina serstakliga musikalska framførslu. Bæði í tí fyrra stykkinum og í hesum legði eg til merkis hvussu sera fínan tóna, floytuspælararnir høvdu. Tú væntar kanska av røttum, at næmingar, sum eru komnir til miðnámsstøði í musikskúlanum, hava ein ávísan teknik, men tað er ikki altíð givið, at eisini tónakvaliteturin er eins góður. Men her var bæði teknikkur og tónakvalitetur í topp.

Síðani var ein av allarkendastu guitarkonsertunum av italska barok-tónaskaldinum Antonio Vivaldi á skránni. Solistur her var Alvi Joensen á guitar. Saman við sær hevði hann Mariu Heinesen og Ragnar F. Andreasen á violin, Annu á Váli Smith á sello og Oluf Dam á kembalo. Tað er ikki hvøsmansføri at framføra hesi kendu verkini á palli, tí næstan øll fólk kenna tey, so tann einasti mátin at framføra tey, er at framføra tey væl. Og tað var sanniliga eisini talan um her. Solisturin var ósvikaliga tryggur og spældi sera musikalskt. Og fylgispælið fylgdi honum allan vegin í eini ótrúliga musikalskari framførslu. Tað var ein fragd at hoyra, hvussu tey fylgdu hvør øðrum.

Seinasta verkið á skránni var fyri fýra tvørfloytur og klaver av franska tónaskaldinum Paul Bonneau, sum doyði í 1995, so her var talan um eitt sindur nýggjari verk. Tað hoyrdist eisini á tónleikinum, sum hevði tættari harmoniir. Verkið kallast Divertissement, sum leysliga kann umsetast til undirhaldstónleik. Her vóru allar fýra floytu-genturnar á palli saman: Kamilla Ravnsfjall, Marta T. Johannesen, Durita Lamhauge Jóansdóttir og Elsa Maria Dam. Og afturat sær høvdu tær Torkil S. Petersen á klaver. Og eg má siga, at hesa uppgávuna í fronskum tónleiki loystu tey til topp-karakter. Ótrúliga fínt samanspæl og tryggar fraseringar.

Samanumtikið vil eg siga, at konsertin leygardagin var eitt sera jaligt upplivilsi. Stemningurin var róligur og óformellur - teir ungu tónleikararnir greiddu sjálvi frá verkunum, sum tey framførdu, og tað var ikki neyðugt hjá teimum at gera nakað eyka hóvasták burtur úr tí, sum tey duga so væl. Tað kann bert gleða okkum áhoyrarar og styrkja okkum í trúnni uppá, hvussu óvanliga stórt og gott arbeiði, musikskúlin ger. Og ikki minst, hvussu ótrúliga errin vit eiga at vera av okkara vakra og gávuríka ungdómi!!

Ove Olsen

Viðmerkingar:

#1
02:27 / 28.10.á
Regin Berg skrivaði:
Gott ummæli. Frálíkt at lesa hjá onkrum, sum veruliga veit hvat hann tosar um! :-)
#2
17:27 / 28.10.á
Eg skrivaði:
Ummælarin nevnur einki ringt við konsertini. Alt er bara "sera gott", "jaligt" o.s.fr., men alíkavæl verður givið 80%?
#3
17:29 / 28.10.á
anonym skrivaði:
haha, hvat baserar tú tad uppá ?
#4
17:58 / 30.10.á
yee skrivaði:
til eg: Hygg eftir skalanum høgra megin við greinina. Skilur man betur hví hon fær 80%.
#5
16:57 / 05.11.á
Tórir skrivaði:
Ein saknar nakrar grundgevingar, hví var hon góð, hvat riggaði væl á júst hesari konsertini. Ikki verja ummælið áðrenn tað er skrivað liðugt.
#6
14:12 / 17.11.á
due skrivaði:
Eg veit hvør ummælarin er, og um hann sigur at tað er gott, so er tað gott. Hann er ikki nakar amatørur innan øki og um hann ikki finnur nakað kritiskt, so er tað ikki nakað.
Um hettar skuldi komi á 100%, so vildi eg mett at tað skal meira til enn bara spæla eitt verk. Kanska um tey skriva eitt nýtt verk sum er sera flott, so er tað jú "once in a lifetime".
CAPTCHA