Eyðun og restin av manningini eru aftaná 22 dagar og 4436 kilometrar í eini Tuktuk endiliga
komin uppá pláss i Asuncion, Paraguay. 21. November steðgaðu teir við
trimum tuktuks framman fyri einum svimjihylið og lupu út í, aftaná eitt nú at hava koyrt ígjøgnum Andes fjøllini, The Gran Chaco og The Salt Plains.
Eyðun greiður okkum frá, at seinasti teinurin av túrinum hevur verið ótrúliga
harður. Líka siðani teir komu yvir um markið til Paraguay, hevur hitin sligið
til nakað so hart. Teir eru farnir frá at koyra vid langundirkladnum dubult troyggjum,
vøttum og regnklæðum, til at koyra í sandalum og shorts!
- 5 timar áðrenn markið og 6 timar aftaná markið var absolutt no mans
land. Vit høvdu fylt tangan við bensin og vatni sum um vit ongantíð fóru at
síggja tað aftur! Tað var so heitt hendan dagin, at folk dehydreraðu
ógvuliga skjótt. Vit máttu ennta steðga at koyra, tí tad simpulten var ómenniskjansligt.
Eini 55 stig bobblaðu rundan um okkum. Hetta var mitt í tí so kallaða The
Gran Chaco. Og her er einki.. ikki eingongd eitt sindur av le at goyma seg fyri
sólini.
Tískil avgjørdu teir skjótt bara at koyra um náttina, morgunin og kvøldið. Men
hetta hevdi eisini vid sar, at hvørja ferð eitt dekk brast ella ein keta
slitnaði um náttina, so tóku teir lummalykturnar framm og insektirnar og
moyggjabitar flokkaðust um ljósið.
Eyðum greiður frá, at teir nær vórðu etnir livandi: Eina náttina vit arbeiddu á
hjólið føldi eg okkurt løgið undir beininum á mær. Eg tók eina lykt og lysti
á - Har rann ein skorpión runt og spældi krógva og blunda ella okkurt
líkanandi. Hevði eg blivið stungin av eini tílíkari, kundi enda galið.
Les framhald av endanum av ferðini hjá Eyðuni her.
Síggj myndir á forsíðuni.
Mynd: Eyðun og Joey í svimjihyli
regin@mess.fo
Tá Eyðun, Joey og restin vóru komin yvir um markið, var ikki nogv at uppliva. Tad var næstan bara asfalt allan vegin til Asuncion, so tey kundu hava speedaran i botn dag og nátt... Burtursæð frá, at 4-5 ferðir um tíman gekk okkurt sjálvandi galið vid tuktukkinum.
- Vit hava koyrt í so gott sum øllum umhvørvi ein yvirhøvur kann ímynda sær. Fjøllum, Kava, regni, toru, sandstormum, tornadoum, sandi, salti, asfalti, áum (!!), runu, hegli, í -7 stigum og + 55 stigum, frá 5120 metra hædd nidur til 60 metrar Og so framvegis og so framvegis.
Alt í alt hevur tad verið ein heilt ótrulig uppliving, greiður Eyðun frá: Tað hevur verið hart. Og mann hevur barst við hædd, kulda, hita og fyri ikki at gloyma tuktukkinum. Vit hava verið i Asuncion í 1 viku nú og i gjár lótu vit tuktukkarirnar inn aftur til fyrireikararnar. Fyrr ella seinni koma tit at síggja ein feitan samansettan video/dokumentar av túrinum á The Mototaxi Junket 2009.
- Eg vil enn einaferð takka øllum, sum hava stuðlað bæði mær, Joey og Operation Smile á túrinum. Tit eru øll alt for kul!
Alt í alt hava tey 62 holdini á túrinum savnað yvir 631,383.98 krónur inn fyri Operation Smile.
Mynd: Eyðun á vegnum
regin@mess.fo

10.
november komu Eyðun, Joey og restin av manningini, sum teir ferðast
saman við niðri í Suðuramerika, til La Paz í Bolivia. Sum vit
hava skrivað áður, hava tey havt nógvar trupulleikar við Tuk
Tukkinum hjá sær, og aftur her mátti ein av motorsúkklunum á
verkstað. Súkklan bleiv tó fiksað skjótt, og tey settu síðani
leiðina móti Salar De Uyuni (á enskum The Salt Plains), ið er
heimsins størsta salt-lendi.
Túrurin
hagar, ið einans tók teimum tveir dagar, var ein tann harðasti
higartil. Kilometrar omaná kilometrar av sandi og ongum øðrum.
Bakandi sól og manningin í hørðum stríði við at fáa Tuk
Tukkin skumpaðan allan vegin ígjøgnum sandin. Tilsamans umleið 11
tímar fóru við at lyfta, toga og skumpa - og tað til einans 40
kilometrar (umleið tveir triðingar av vegnum frá Klaksvík til
Tórshavn)
Tó
vóru nakrar góðar upplivingar í hesum stríðinum, greiðir Eyðun
okkum frá:
-
Í øllum hesum sandinum vóru hundraðtals smáar tornadoðir at
síggja so langt, sum eygað rakk. Og vit sluppu eisini at koyra
beint ígjøgnum eina. Fantastiskt. Vónandi sleppa tit at síggja
upptøkur av tí ein dagin!
-
Ein av býunum, sum vit yvirnáttaðu í, var púra dekkaður av
einum sand-stormi (sí myndarøð á forsíðuni) men vit funnu eitt
stað at kroka inni hesa náttina og hugnaðu okkum við mongum
cervesaaas :)
Les eisini seinna part:
Tuk Tuk #2: Salt-lendi og boygnað tannhjól
Mynd: Eyðun í Tuk Tuk
sunneva@mess.fo

Tá
Eyðun og restin av manningini var komin yvir harða stríðið við
sandi og tornadoðum, ferðaðust tey í seks tímar ígjøgnum
heimsins størsta salt-lendi, Salar De Uyuni.
-
Tað var heilt fantastiskt. Tú sært bara kritahvítt í allar
ættir. Hetta hevur uttan iva verið eitt av hæddarpunktunum við
túrinum higartil, sigur Eyðun.
-
Aftaná alt hetta broyttist náttúran kring okkum yvir í fjøll,
fjøll og meira fjøll. Sand og runu, vind og meira vind. Seinastu
dagarnar hava vit havt so nógvar trupulleikar við okkara Tuk Tuk,
at tað í summum førum hevur verið heilt vónleyst. Tannhjólið á
Tuk Tukkini er boygnað, og tað smildrar allar keturnar. Uppá tveir
dagar eru fimm ketur slitnaðar. MEN, vit geva sjálvandi ikki upp
og hava nú fingið ein mekanikara at fiksa tað, sigur Eyðun.
Tey
hava higartil ferðast ógvuliga høgt uppi í fjøllunum. Nú eru
tey komin næstan 5000 kilometrar longur niður, og hitin er vaksin
ómetaliga nógv. Regn síggja tey einki av longur. Men Eyðun er enn
frískur og kemur nú hvørja løtu til endan á ferðini inni í
hjartanum á Paraguay.
Les fyrra part her:
Tuk Tuk #1: Stríð við sandstormar
Síggj
nógvar stuttligar myndir av túrinum frá landamarkinum inn til
Argentina og ígjøgnum sand- og salt-oyðimørkir á forsíðuni.
Mynd: Eyðun á salt-lendinum
sunneva@mess.fo

Eyðun
og Joey vóru í gjár við landamarkið millum Bolivia og Argentina,
har teir hava havt stórar trupulleikar.
Tá
teir høvdu stemplað seg úr Bolivia, sluppu teir ikki yvir um
markið til Argentina - og sluppu knappliga heldur ikki inn aftur í
Bolivia!
Eftir
nógv rok og roks sluppu teir at enda inn aftur í Bolivia, og
leiðin gongur nú til markið inn í Paraguay.
Her niðanfyri er eitt kort yvir leiðina hjá teimum, og hvar allir adventuristarnir eru komnir til higartil. (trýstir tú á kortið, kemur tú inn á eitt digitalt kort, har tú kanst fylgja teimum allan vegin)
Les her frásøgn og úttalilsir frá Eyðuni um Tuk Tuk
trupulleikar og ferðina allan vegin ígjøgnum Peru og inn í
Bolivia.
Síggj
eisini eina rúgvu av myndum av túrinum higartil, Eyðuni og innføddum Peruvianarum og mongum øðrum her á mess.fo forsíðuni.
Mynd: Eyðun og Joey on the road
sunneva@mess.fo
Nú kl 15.25 verður samrøða við Eyðun beinleiðis úr Peru um Tuk Tuk túrin! Tjúna inn á ras2.fo ella skrúva útvarpið upp!
Les eisini:
Tuk Tuk trupulleikar í Andesfjøllunum
sunneva@mess.fo
Um
vikuskiftið fingu Eyðun og Joey og allir hinir adventuristarnir
grønt ljós til at byrja 5000 km longu Tuk Tuk ferðina hjá sær
ígjøgnum Andesfjøllini. Frá Peru til Bolivia
og inn í hjartað í Paraguay.
Status uppdateringin nú
ljóðar uppá, at teir higartil hava koyrt væl yvir 600 km og vóru
í gjár staddir uttanfyri býin Cusco í Peru.
Onkrastaðni, har teir
ferðast, regnar og heglar illa, tað er kavi, og tað er sera kalt.
Men djørvu menninir báðir sova tó hvørt kvøld í telti og halda
glaðir á hvønn dag - í hvussu er teir dagarnar, tá Tuk Tuk
motorsúkklan riggar!
Størstu trupulleikarnir hava verið punkteraði dekk, slitnar ketur
osfr.
At
byrja við vóru Eyðun og Joey partur av einum liði uppá fimm Tuk
Tuks. Men orsakað av alvorligum trupulleikum við mototaxiini, máttu
teir lata hini liðini fara víðari, meðan teir fóru við
motorsúkkluni á verkstað. Olja lak, eingin nesti var í
tendriproppinum, gir-kassin vildi ikki uppføra seg ordiligt og fór bara í 1. og 2. gir.
Tá ein mekanikari so hevði arbeitt uppá motorsúkkluna ein heilan
dag, og teir vóru slopnir víðari á túrinum hjá sær, breyt
Tuk Tukkurin aftur saman við somu trupulleikum.
Her
er Eyðunsa egna lýsing av, hvussu hann upplivdi tað:
- Vit
vóru strandaðir in the middle of f****** nowhere. Einki signal á
telefonini. Klokkan var seks um morgunin. Pissi kalt. Kavi
summastaðni ... 40 minuttir seinni fingu vit lift av lastbili til
nærmasta bý. Aftur har máttu vit bíða í fýra-fimm tímar eftir
einum nýggjum lifti við lastbili.
- Nú eru vit endiliga á veg til Cusco. Grundin til, vit skunda okkum hertil, er, at offisiellu Tuk
Tuk mekanikararnir, sum eru í Cusco, kunnu arbeiða uppa okkara Tuk
Tuk gratis. Og allarhelst fiksa okkara problemir.
Fyrranáttina
svóvu Eyðun og Joey í einum lastbili, og um alt fór at orðna seg
í Cusco, ætlaðu teir at drøna víðari ímoti Puno, Lake
Titicaca, har teir nærkast landamarkinum til Bolivia og harvið
eisini tollmyndugleikum.
Eyðun
hevur harumframt fortalt okkum, at tað eru mong av ferðaliðunum,
ið hava havt trupulleikar har niðri. Meira er at lesa um tað her.
Síggj myndir frá Tuk Tuk startskotinum á forsíðuni.
Yvir vikuskiftið og í næstu viku fara vit at posta nógvar myndir afturat frá ferðini hjá Eyðun og Joey inn her á mess.fo.
Á hesari síðuni kanst tú á einum korti fylgja við leiðini, sum teir ferðast á.
Mynd: Frá Eyðuni
sunneva@mess.fo

Fyri
einari viku sidani skuldi Tuk Tuk ferðin hjá Eyðuni og einari
rúgvu av øðrum adventuristum byrja, men eingin hevur flutt eitt
bein síðstu seks dagarnar. Nakrir trupulleikar hava sett steðg í
túrin, og mundi alt næstan blivið avlýst, boðar Eyðun okkum
frá.
Orsøkin
er tann, at Honda, sum skuldi levera allar 63 Tuk Tuks'irnar,
knappliga breyt seks mánaðar langa sáttmálan bert fýra dagar,
áðrenn ferðin skuldi byrja.
Hetta
gjørdi, at fyrireikararnir máttu út at finna 63 aðrar Tuk Tuks og
gera nýtt pappír arbeiði uppá einans fýra dagar. Nú hava teir
so klárað at funni teir djúpt inni i Amazon frumskóginum. Tá
start-dagurin upprann, vóru allar Tuk Tuks'irnar klárar, men
nummarpláturnar vóru seinkaðar, og sumt av pappír-arbeiðinum var
enn ikki komið uppá pláss.
Intensivir
fundir vóru hvønn dag, og fustreraðir adventuristar (harmímillum Eyðun) máttu bíða og bíða eftir, at alt pappír arbeiðið, sum var
meira enn strævið at fáast við, skuldi koma uppá pláss. Tað
eru til dømis nøkur pappír, sum man skal hava, sum siga, at man
ikki hevur stolið Tuk Tuk'in, og at man hevur loyvi at sleppa
ígjøgnum landamørk osfr.
Í
dag hava Eyðun og restin av adventuristunum fingið grønt ljós. 40
lið eru longu farin avstað, og Eyðun fer saman við 14 øðrum
liðum avstað nú hvørja løtu.
Inni
her ber til at fylgja við rutuni hjá Eyðun og teimum.
Síggj
myndir frá fyrireikingunum hjá Eyðun til túrin á MESS
forsíðuni.
Og
fylg annars við her á síðuni so hvørt sum vit posta
uppdateringar og myndir frá Eyðuni.
Les eisini:
Føroyingur við í heimskendu "adventure race!" - HER!
Eyðun um Andes-ferðina: tað liggur í blóðinum - HER!
Tuktuk fakta: 1km um tíman niðan brekku! - HER!
Eyðun á ævintýri - hvar? - HER!
sunneva@mess.fo
MESS fylgir Eyðuni Müller og vinmanni hansara á teirra Tuk Tuk ferð ígjøgnum Suður Amerika, og nú kanst tú lesa fyrstu uppdateraðu tíðindini frá túrinum.
Eyðun og vinmaðurin Joey úr Hollandi eru nú komnir til Huancayo í Peru, sum er býurin, har teir byrja ferð sína við Tuk Tuk.
Seinastu dagarnar
hava øll tey, ið luttaka í spennandi kappingini, vant seg við at
koyra Tuk Tuk motorsúkklu. Tilsamans eru 63 Tuk Tuk motorsúkklur við í kappingini! Sambært Eyðun hevur hetta verið ótrúliga feitt og stuttligt.
Eisini eru teir saman við hinum luttakarunum bodnir til eina "fiestu"
(ball) av borgarstjóranum í býnum. Her verða teir handaðir eitt prógv
fyri tað, teir gera. Í morgin verður borgarstjórin eisini til staðar, tá
ið kappingin verður sett í gongd. Teir eru sera spentir til, at tað skal byrja av álvara.
5000 km. langi túrurin byrjar sum sagt í Huancayo í morgin og endar 7. november í Asunción, sum er høvuðsstaðurin í Paraguay. Ein tílík kapping er ongantíð roynd áður, so spennandi verður at fylgja við, um tað yvirhøvur letur seg gera hjá teimum at fullfíggja túrin.
Fylg við her á síðuni komandi vikurnar, tá vit posta myndir og fleiri tíðindi frá túrinum.
Les eisini:
Føroyingur við í heimskendu "adventure race!" - HER!
Eyðun um Andes-ferðina: tað liggur í blóðinum - HER!
Tuktuk fakta: 1km um tíman niðan brekku! - HER!
Eyðun á ævintýri - hvar? - HER!
Mynd: Eyðun Muller
levi@mess.fo

Hvat er klokkan í Suðuramerika í mun til her? Hvussu nógv fólk búgva har?
Hesum spurningum svara vit her niðanfyri í sambandi við, at ungi havnamaðurin, Eyðun
Muller, skal á Tuktuk upplivilsis-ferð ígjøgnum Andes-fjøllini
saman við hollendaranum Joey.
1.
Runt roknað 385.742.554 fólk búgva í Suðuramerika.
2.
Hægsta punktið í Suðuramerika liggur í Argentina og er 6.962m
høgt.
3.
Spanskt er mest brúkta málið har, men tó er eisini ma.
Portugisiskt, Hollendskt og eitt sindur av enksum at hoyra.
4.
Suðuramerika eigur nøkur av teimum mongu heilt serligu undrunum í
heiminum. Til dømis Inca-ríkið Machu Picchu og Lake Titicacca, ið
er størsta vatnið í Suðuramerika.
5.
Suðuramerika liggur 6 tímar aftanfyri føroyska tíð. Tá klokkan
slær midnátt har, ja, so er við at verða skúlatíð her.
6. Túrurin hjá Eyðun & Joey er roknaður at vera umleið 4-5000
km langur. Frá Peru, Bolivia og inn í Paraguay.
Les
meira um túrin, samrøðu við Eyðun og ikki minst fakta um Tuktuk
motorsúkkluna, sum hann skal ferðast á, við at trýsta á leinkjurnar.
Mynd: Machu Picchu
sunneva@mess.fo