Orðini
eigur 17 ára gamli Sveinur Øssur Skaalum Petersen úr Sørvági, sum í frítíðini
fæst við at taka myndir við einum Canon 500d-myndatóli. Hann eksperimenterar
serliga við listarligum portrettmyndum og hevur ætlanir um at útbúgva seg innan
myndatøku, tá ið tíðin í Stundaskúlanum er lokin.
- Eg byrjaði at taka myndir, tá ið eg var 13 ára
gamal. Pápi mín, ið siglir, fann altíð tað nýggjasta nýggja. Hann byrjaði við at
keypa mær eitt 2 megapixel talgilt myndatól, sum var nakað heilt serligt tá.
Sum árini gingu, øktist talið á pixelunum, og eg eri farin frá tveimum
megapixel til 15, greiðir Øssur frá.
Hann hevur ilt við at seta myndir sínar í bás, hvat
stíli viðvíkur, men sigur kortini soleiðis:
- Stílurin hjá mær broytist í heilum, men eg havi
ein sertokka til litir sum svart og brúnt. Nógvar av myndunum, sum eg taki, eru
rættiliga myrkar.
Íblásturin fær
ungi sørvágsmaðurin allastaðni frá, og hann nevnir eitt nú gamlar myndir, ljós
og herligu ommu hansara. Øssur hevur ikki nakra serstaka fyrimynd, men er sera
hugtikin av Annie Liebovitz og myndum hennara.
- Eg taki myndir, tí eg føli, at tá ið ein mynd er tikin og
viðgjørd, er eitt petti av mær fari í myndina. Føli eg, at eg havi gjørt eina
heilt góða mynd, gevur hon mær eitt kick av orku og gleði, og hetta gevur mær
blóð uppá tonnina at fara undir tí næstu, sigur Øssur hugsunarsamur.
Hann
hevur ætlanir um at gera so nógv sum gjørligt fyri at menna seg sum myndafólk komandi árini og kundi
hugsað sær at starvast sum myndafólk.
-
Eg umhugsi at fara á ein myndaskúla, tá ið eg eri liðugur við student, so at eg
kann fáa eina breiða fatan av, hvat myndaheimurin hevur at bjóða. Eg ætli mær
ikki at starvast fyri eitt tíðindablað ella at taka náttúrumyndir, men hinvegin
kundi eg hugsað mær at arbeitt við portrettmyndum, sum eg kann seta upp sum mær
lystir, tekur Øssur saman um.
Myndir, sum Sveinur Øssur Skaalum Petersen hevur tikið og viðgjørt, eru at finna undir
"Myndaalbum" niðast á forsíðuni.
Hendan
greinin er tann fyrsta í nýggja tátti okkara "Ung list", har ið vit varpa ljós
á ungar kreativar sálir og geva teimum møguleikan at visa fram verk teirra. Fylg við á Mess.fo hvørt týskvøld!
Fæst
tú við eitt hvørt kreativt, sum tú kundi hugsað tær at deilt við lesararnar hjá
Mess? Send ein meyl til eir@mess.fo við
eini stuttari lýsing av tær og tí, sum tú gert, og undirritaða setur seg í
samband við teg.
Mynd: Eir Nolsøe
eir@mess.fo

Í morgin verður leikurin "Dværgen" frumframsýndur
í Norðurlandahúsinum. Leikurin setur sjóneykuna á illskapin, sum býr í øllum
menniskjum og spyr , um vit í veruleikanum ikki eru stødd í einum (ó)moralskum
hurlivasa. MESS hevur fingið sær eitt prát við leikstjóran Egill Pálsson.
Íblasturin til
leikin "Dværgen" kemur frá skaldsøguni hjá Nobelvirðislønta Pär Lagerkvist, sum
varð skrivað í 1944. Hendan snýr seg um ein óndan dvørg, sum er staddur við
eitt prinsahoff í endurburðartíðini í Italia. Lagerkvist lýsir í ritverkinum
samtíð sína og undirlutakensluvitanina hjá nasismuni.
- Dvørgurin er
óndskapurin sjálvur. Hann er tað innara beistið, sum býr í okkum øllum. Tá ið
vit skrivaðu handritið til "Dværgen" tóku vit so at siga bókina til obduktión -
vit skóru hana sundur og pentaðu hana saman aftur. Úrslitið gjørdist ein
nýggjur dvørgur, sum eisini er bygdur á so ymiskum tilfari sum Bíblian og Nietzsche,
greiðir Egill Pálsson frá.
Egill Pálsson er
ikki heilt ókendur á okkara leiðum. Hann leikstjórnaði í fjør leikin 4:48 Psykosa
eftir Sarah Kane, og hevur hann vunnið sær stóra viðurkenning fyri sýningar
sínar í Norðurlondum.
- Tá ið vit fóru
undir handritið, royndu vit at fáa greiðu á hugtakinum "óndskapur". Tað vísti
seg, at vit øll hava sera ymsar fatanir av, hvat óndskapur er. Menniskjan veit í
roynd og veru ikki, hvat óndskapur er longur, sigur Egill og heldur fram:
- Eitt dømi er,
at í kristindóminum var tráanin eftir peningi hjá Judasi lýst sum rótin til alt
ilt. Vit liva í dag í einum rættiliga kapitalistiskum samfelagi og at duga at
vinna sær pening, verður sætt sum ein dygd.
Spurdur, um
arbeiðið við leikstjórnanini av "Dværgen" hevur broytt sjónina hjá honum av
mannaheiminum, svarar Egill soleiðis:
-
Granskingararbeiði førdi meg inn í eina grein av heimspekini, nevnd heimspeki
óndskapsins. Hetta kollvelti sjón mínari av uppfatanini av óndskapi, og eg
gjørdist varugur við, at vit eru stødd í einari moralskari skipan fullari av
mótsøgnum. Vit hava ilt við at orientera okkum moralskt og lata lættliga
meiningar okkara ávirkast.
- Eitt dømi er,
at tú sært teg sum part av danska statinum. Danmark hevur verið í kríggj í 10
ár. Hvat er tín fatan av krígnum? Heldur tú kríggið vera eitt hvørt positivt?
Heldur tú tað vera í lagi? Tað, at vit eru so moralskt disorienterað, fær okkum til
at fremja hópin av tingum, sum vit ongantíð høvdu góðtikið, vóru vit meira
stabil, ljóðar frá leikstjóranum.
Eftir sjónleikin
verður lagt upp til kjak við støði í leikinum. Høvið verður at spyrja
spurningar, kundi ein t.d. hugsað sær at hoyrt meira um hugsanina handan leikin
ella tílíkt.
- Tosað verður
um, hvørjar tankar sjónleikurin setti ferð á hjá áskoðaranum, og hvat ein
upplivdi. Tað, sum eg vóni at fáa burturúr kjakinum, er, at fólk gerast varug
við vandamálini, sum verða umrødd í leikinum. Eg sigi ikki, at tað er soleiðis,
men tað kann vera, at vit liva í einari moralskari skipan, sum mótsigur sær sjálvari
á alskyns økjum. Tað kann eisini vera, at vit hava mist okkara moralsku
orientering. Eg vóni, at fólk fara at gera sær nakrar tankar um hetta, sigur Egill at enda.
"Dværgen" verður frumframsýndur í Norðurlandahúsinum í morgin kl. 19.30. Atgongumerki kosta 175 kr.
Mynd: Bárður Eklund
eir@mess.fo

Í heyst eru trý ár liðin síðani rithøvundurin Rakel Helmsdal fekk sín stuðul
frá Kulturkontakt Nord
Rakel fortelur, at hon heldur stuðulin til listafólk vera alt ov lítlan, og fegnast
um at vit hava stuðulin frá Kulturkontakt Nord.
- Eg arbeiði saman við tveimum øðrum rithøvundum úr øðrum Norðurlondum. Tað
mesta av arbeiðinum gongur sjálvandi fyri seg gjøgnum telduna o.s.fr., men
onkuntíð er ein noyddur at møtast og tosa orduliga, so tað var faktiskt ferðastuðul,
vit skuldu nýta peningin til, fortelur Rakel Helmsdal.
- Sjálv helt eg tað vera deiliga lætt at søkja um henda stuðulin, men eg dugi
væl at síggja, at fyri tey, sum ikki eru so von við teldur, er tað kanska eitt sindur
ringt.
- Tað er so sjáldan, at rithøvundar fáa nakað, so allur stuðul er fantastiskur!
Tað er øgiliga gott, at hesin stuðulin er møguligur, men tað er eitt sindur
keðiligt, at tað er ein treyt, at luttakarar úr trimum Norðurlondum skulu luttaka,
fyri at fáa nakran stuðul. Tað er ein forðing hjá nógvum, trúgvi eg. Men sum
sagt er tað øgiliga gott, at vit hava henda stuðulin. Vit burdu havt meiri
stuðul, sigur Rakel Helmsdal við Mess.
- Eg vil avgjørt viðmæla øllum, sum hava eitt prosjekt, sum lýkur krøvini hjá
Kulturkontakt Nord, at søkja um stuðulin!
annamaria@mess.fo

Fjórða spenningsbókin við
felagsheitinum 3VINKONUR
Fjórða
bókin í krimirøðini fyri ung eftir Kjetil Johnsen er nú komin. Hon eitur
"Ballað inn í plast". Fyrru bøkurnar í bókarøðini 3VINKONUR, sum telur 10 bøkur
í alt, eita "Eitt hol í sálini", "Vandamikli
mussurin" og "Tað, sum fer at henda". Fimta
bókin kemur í september og eitur "Skilnaðarstund".
Vilborg og Nick dylja eitt ræðuligt loyndarmál.
Allastaðni verða løgd upp ráð við fjaldari dagsskrá. Bæði kenna á sær, at tey
eru um at missa tamarhaldið á lívinum. Vilborg fær tvítýddar fráboðanir frá
Trinu og Nick, og hon er um at missa Noru. Og hvørji eru loyndarmálini, Nick
gongur við? Hví hevur hann ein revolvara, og hvør er í veruleikanum systir
hansara?
Samstundis verður lívið hjá Benadiktu fløktari,
og hon kennir seg meiri og meiri einsamalla. Hon veit, at pápi hennara dylur
eitt, og hon skilur betur og betur misbrúkið hjá mammuni. Benadikta hevur sjálv
ilt við at halda seg frá teimum smáu tablettunum, sum stilla ampa og ótta
hennara. Ein av teimum fýra vinkonunum, Vilborg, Nora, Trina og Benadikta, er
vorðin myrd. Men hvør, hvussu, og hví?
Ein dagin svimur eitt ungt par
á Vatninum í Djúpadali. Tey bæði eru sansaleyst forlipt. Tey eru ekkaleys. Men
áðrenn tey vita av, dagar okkurt upp úr dýpinum: Eitt lík av einari ungari
gentu, sum er ballað inn í plast, og tey vita bæði, hvør hon er. Hon er ein af
teimum fýra vinkonunum. Tíðin verður skrúvað aftureftir, og vit fylgja við
lívinum hjá teimum fýra vinkonunum í vikunum framman undan morðinum.
Vilborg, Trina, Nora og
Benadikta ganga í 10. flokki og búgva í Djúpadali í Norra. Tær hava altíð verið
bestu vinkonur, tær gera alt í felag og kunnu ikki vera til hvør uttan aðra.
Men ein dag fáa tey ein nýggjan drong í flokkin. Hann eitur Nick. Hann er vakur
av útsjónd og hevur eina duldarfullan og ógreiniligan ljóma um seg. Okkurt
liggur djúpt í honum, sum hann ikki gevur øðrum innlit í. Hann er fosturbarn og
eitt ár eldri enn hini í flokkinum. Søgur ganga um, at hann er kriminellur, og at
hann eitt nú skal hava neyðtikið eina gentu. Men bæði Benadikta og Nora bráðna
fyri honum.
Tær fýra vinkonurnar skapa sær
ymiskar trupulleikar hvør sær, sum tær ikki leggja í at lata hinar fáa innlit
í. Burtur úr tí spyrst tvídráttur, og tær fara at dylja loyndarnál hvør fyri
aðrari. Loyndarmál, sum kunnu vera avgerandi fyri framtíðina...
"Sansaleyst spennandi bókarøð"
Hesar krimibøkur koma nú
eisini út í Danmark og Svøríki. Í einum ummæli í Sydsvenska Dagbladet,
Sydsvenskan, tekur ummælarin m.a. soleiðis til um 3VINKONUR: "Sansaleyst
spennandi spenningsrøðin hjá Johnsen fyri ungdóm tekur upp viðkomandi evnini
trúskap, vinalag, smædni, at hava hug á sínum egna kyni, at kenna seg uttan
fyri felagsskapin, foreldur sum misbrúkarar - alt á einum máli, sum biður um
umbering. Bara ein ávaring: Tann, sum hevur sett á at lesa hesa bókarøðina,
hevur torført við at leggja tær frá sær, og tær eru heilar 10 í tali... "
Kjetil Johnsen, sum er føddur í 1966, er
royndur blaðmaður og rithøvundur. Hann hevur stjórnað stóru norsku
ungdómsbløðunum «TOPP», «Vi og Gutta» og «4U». Kendasta bókarøð hansara
umframt 3VINKONUR er "Tusen biter», sum telur 18 bøkur og er eisini týdd
til onnur mál. Hann starvast í løtuni eisini sum ritstjóri hjá
Egmont-fyritøkuni.
"Ballað inn í plast" eftir Kjetil Johnsen, sum er
190 blaðsíður, er gjørd prentbúgvin hjá Cre8 í Klaksvík og prentað hjá Narayana
Press í Danmark. Kápumyndina eigur teknarin Ronja Berge, Jákup í Skemmuni hevur
týtt úr norskum, og útgevari er forlagið Nýlendi. Mentanargrunnur Landsins
hevur stuðlað útgávuni. Bókin fæst í øllum bókabúðum fyri 110 krónur.
Kelda: Tíðindaskriv
mess@mess.fo
MáF skipar fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu í Nólsoy. Skeiðið verður 1. - 3. oktobur.
At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Dugur tú at brúka røddina og kroppin, er als ikki neyðugt við headsetti og øðrum hjálpartólum. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu. Skeiðið verður í skúlanum í Nólsoy og byrjar fríggjakvøldið 1. oktobur og endar seinnapartin sunnudagin 3. oktobur. Lærarar verða Ria og Súsanna Tórgarð.
Arbeitt verður við at geva sjónleikaranum eitt innlit í, hvussu mann kann arbeiða við at menna røddina, og finna sína persónligu styrki í at standa á palli.
Arbeitt verður við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Útfrá hesum, verður arbeitt við smáum leikbrotum.Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.
Endamálið er at gerast tilvitaður um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og sjónleikarin fær innlit í hvat hann reint kropsliga kann gera, fyri at fáa eina størri nærveru á pallinum.
Arbeitt verður við klassiskum tekstum, t.d. Shakespeare og griksku tragediunum. Luttakararnir fáa tekstin sendandi, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðið er fyri øll sjónleikaáhugað – líka mikið, um ein ert royndur ella hetta er fyrstu ferð. Hesin teknikkurin tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú.
Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er:
- fyri limir í limafeløgum MáF’s og í Ungum í MáF: 800 kr.
- fyri tey, sum ikki eru limir: 1.200 kr
Tekning hjá MáF, tlf. 315624, 285624, maf@maf.fo, ikki seinni enn 10. septembur 2010. Avmarka luttøka.
Les meira her.
Kelda: Tíðindaskriv
mess@mess.fo

Fríggjadagin 27. august kl.
20 verður premiera á Tjóðpalli Føroya
Sjónleikarbólkurin Gríma
spælir einmansleikin Apan, eftir
Franz Kafka.
Tað eru feðgarnir Egi Dam og
Búi E. Dam sum á fyrsta sinni samstarvi í sjónleikarahøpi. Búi sum leikstjóri
og Egi spælir Apan.
Apan byggir
á stuttsøguna hjá Kafka "Ein Bericht fur
eine Akademie".
Apan sum fekk navnið Reyði Pætur, er biðin um at halda ein
fyrilestur fyri "æraðu limunum í Akademinum" um sína transformatión frá lívinum sum apa og til ein kultiveraðan
Europeara.
Skotin og fangaður við
Gullstrondina í Afrika verður hann settur í eitt búr og førdir við einum skipi
til Europa.
Einasti møguleikin fyri at sleppa
undan fangilsi, er at læra seg at herma eftir menniskjunum. Og skjótt dugir
hann at spýta og drekka rom saman við manningini, líka so væl sum hann eisini
lærdi seg at tosa sum teir.
Reyði Pætur fortelur, at tá
hann kom til Europa fekk hann valið ímillum djóragarðin ella varite´ina. Hann
velur tað seinna, - og setur sær fyri at blíva menniskja.
Eitt tema sum ofta gongur
aftur í skaldskapinum hjá Franz Kafka, er menniskja sum roynir alt tað er ment,
fyri at passa seg til og rætta seg
eftir teimum normunum sum eru galdandi í samfelagnum,- men hvussu tað enn roynir
hevur tað altíð kensluna av at verða uttanfyri, at verða fremmant.
Hetta er eisini temaði í
leikinum "Apan ", hesaferð lýst við apuni sum gerst menniskja, enntá eitt sera
væleydnað menniskja, - í hvussu er at síggja til.
Franz Kafka var borin í heim
í Prag í 1883 og doyði 1924 bert 40 ára gamal.
Hann er ein av mest virdu
rithøvundum í nýggjari tíð. Best kendu verk hansara eru skaldsøgurnar Prosessin, Slottið og Amerika, og av
stuttsøgum kunnu nevnast Dómurin,
Broytingin og Metamorphosis sum eisini er dramatiserað, í hesu søgu skrivar Franz
Kafka um lagnuna hjá ein ungum manni, sum ein morgun vaknar og uppdagar at hann
er transformeraður til eitt risa insekt.
Nýggjur tónleikur er gjørdur
til sýningina og er tað Rógvi á Rógvu sum komponerar og spælir á sýningunum.
Marjun Jóanesardóttir og
Jóanes Andreasen standa fyri palli og búna og Árni Baldvinson ger ljósið. Finn
Hesselager er vegleiðari.
Leikurin er stuðlaður av
Mentamálaráðnum, KulturKontaktnord, Mentanargrunni Landsins, Fjølrit,
Tórshavnar Býráð og Tjóðpalli Føroya.
Fyrsta framførsla av Apuni
verður á Tjóðpalli Føroya fríggjakvøldið 27. aug. kl. 20
Spælt verður hvørt kvøld kl.
20 fram til 6. sept.
Atgongumerki til leikin fáast
á ebillett.fo Kunningarstovuni og á tlf
506690.
Kelda: Tíðindaskriv
mess@mess.fo

Um alt gongur, sum ætlað, verður nýggjur stuttfilmur eftir Heiðrik á Heygum, á marknaðinum í novembur mánaði í ár.
Heiðrik á Heygum hevur í longri tíð hugsað um, at fáa ein stuttfilm afturat í savnið. Hesa ferð ynskti hann at gera ein burturúr eini uppspunnari søgu. Og tá Heiðrik, fyri hálvum ári síðani, fekk eitt "reality check", visti hann, at hetta var søgan, sum skuldi filmatiserast.
- Eg og systkinabarn mítt, Brynjolfur á Heygum, grenjaðu um, hvussu vánaligt Føroyar er. Eg helt, at um eg hevði búð onkra aðrastaðni, so hevði eg verið nógv meira góðtikin í samfelagnum. Men eg havi funnið útav, at tú kanst ikki altíð geva umhvørvinum skuldina fyri, at alt er, sum tað er.
Ætlanin hjá Heiðriki við filminum er, at deila sítt "reality check" við onnur. Filmurin er til øll, men rakar serliga tey, ið skilja hvussu tað er at búgva í einum lítlum samfelag.
- Filmurin hevur ongan ávísan málbólk. Filmurin er til øll, men rakar helst serliga ungar føroyingar, sum hava havt tað eins og eg.
Vit kenna øll "Gamla-mans-hugtakið". Tey eldru grenja um, hvussu ungdómurin er í dag. Tey fýlast inn á alt tað nýggja, og vilja hava alt at vera, sum tað var fyrr. Ungdómurin er vónleysur, dugir ikki at arbeiða og skilir einki. Í nýggja stuttfilminum hjá Heiðriki, verður hugtakið vent við. Ungi maðurin fýlist inn á, at gamli føroyingurin ikki skilir unga føroyingin, og tað er eingin loyna, at gjøgnumgangandi huglagið í filminum er beiskleiki.
- Yngra ættarliðið samber allatíðina Føroyar við útheimin. Vit eru uppvaksin við sjónvarpi og interneti, og um vit kenna okkum uttanfyri í Føroyum, so er skjótt at droyma seg burtur í útheimin.
Men í dag hevur Heiðrik funnið útav, at um vit vilja hava grasið at grønkast hjá okkum sjálvum, mugu vit sjálvi taka ábyrgd.
Søgan handan filmin er sett saman at ymiskum hendingum frá veruleikanum, sum Heiðrik hevur sett saman til eina samanhangandi søgu. Tá hann skuldi finna leikarar ynskti hann, at teir persónarnir, ið skuldu spæla, skuldu líkjast teimum, sum íblásturin kom frá, so nógv sum gjørligt. Men tá hetta fór at gerast trupult, gjørdi hann av, at tað lættasta var, at persónarnir spældu teir sjálvir. Tað vil siga, at Heiðrik spælir Heiðrik, Brynjolfur spælir Brynjolfur o.s.fr.
- Stutt sagt, er filmurin fleiri endurupplivingar av veruleikanum, sum eru settar saman til eina uppspunna søgu.
Myndin er tikin av Bárði Eklund.
Myndarøð frá upptøkunum til filmin liggur í myndaalbuminum á forsíðuni. Myndirnar eru tiknar av Tróndi Dalsgarð.
13. til 28. august ger 23 ára gamla Silja Strøm, saman við fýra øðrum listafólkum, innrás í Müllers Pakkhúsi. Tað er ungi evnaríki fjøllistamaðurin Heiðrik av Heygum, sum hevur tikið stig til listaframsýningina, Innrás, men øll eru við í fyrireikingunum.
Les um meira um Silju og framsýningina her.
Silja bæði teknar og málar, men fer serliga at vísa fram tekningar á framsýningini. Hon teknar figurativar tekningar av fólki og fæi og blandingar av báðum. Íblásturin til myndirnar kemur allastaðni frá - lýsingum, bløðum, fotomyndum, gomlum myndum, sum hon keypir á loppumarknaðum, fiktión, bókmentum og øðrum.
Eftir at Silja var vorðin studentur í 2007, visti hon, at yrkisleið hennara fór at vera innan fyri list.
- Tað var tað einasta, eg hevði hug at lesa, tá eg var liðug í studentaskúlanum.
Silja gongur seinasta árið í Glasgow School of Art, og gleðir seg at sleppa á arbeiðsmarknaðin eftir at hava verið undir útbúgving í 17 ár á rað.
- Eg ætli mær at vera listakvinna burturav, um eg klári at liva av tí.
Til ber at keypa listina hjá Silju og hinum, meðan framsýningin fer fram.
Mynda-collage. Bárður Eklund
jona@mess.fo

Um tú hevur ein lítlan (ella stóran) rithøvund í búkinum, so er tað nú tú skal senda tað tú hevur skrivað til Vencil. Seinasta freist at lata tilfar inn til nýggjunda Vencil blaðið er 1. august í ár.
Einastu treytirnar, um tú ætlar at senda eitthvørt inn til Vencil, eru at: tað er skaldskapur á føroyskum á bundnum ella óbundnum máli (íroknað ritroyndir (essays)) og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent teimum.
Tá tú so hevur sent Vencil tekstin, so gera fólkini handan Vencil, ið øll er roynd og góð tá tað kemur til at skriva, viðmerkingar til tekstin, og senda tær viðmerkingarnar. Um teksturin onkursvegna ikki kemur við í blaðið, so fær tú eina vælmeinta grundgeving fyri, hví teksturin ikki slapp við. Seinni kann tú altíð brúka grundgevingina til at arbeiða víðari við hvussu tú skrivar og so royna aftur seinni.
Mannagongdin til hvussu ein sendir Vencil tilfar og hvør samsýningin er síggjast her.
regin@mess.fo

MESS TEMA: Átta ár eru nú liðin, síðan fyrsti G! festivalurin varð hildin í 2002. Ár eftir ár hevur festivalurin ment seg, men eisini hava løtur verið, har tað hevur sæð svart út
G! festivalurin varð fystu ferð hildin í 2002
sum eitt eindagstiltak. Til fyrsta G! festivalin var bert ein pallur og umleið
800 áhoyrarar. Tiltakið fekk so góða umrøðu, at fyriskipararnir vórðu eggjaðir til
at gera meiri burturúr.
Í 2003 varð av álvara víðkað um festivalin. Her vóru fleiri pallar, og bæði
kend og ókend útlendsk nøvn vóru á skránnið. Júst sum undanfarna árið fekk tiltakið
ógvuliga góð ummæli, og her komu eini 2500 fólk.
Góða orðið, festivalurin hevði á sær,
elvdi til, at gestirnir næsta árið vóru nógv fleiri. Talið av áhoyrarum á G!
2004 vaks til umleið 4000.
Í 2005 slóg G! øll met. Higartil var hetta sterkasta skráin og besta umdømið festivalurin
hevði havt. Atgongumerkini og tjaldingin vóru útseld, og umframt teir um 6000
gestirnar, sum høvdu atgongumerki, varð mett av løgreglu og fyriskiparum, at onkunstaðni
millum 2000 og 4000 fólk uttan atgongumerki vóru inni í Syðrugøtu.
Í 2006 varð støðið hækkað á nógvum økjum. Hetta árið vóru einir 7000 gestir, og bólkar sum m.a. Kaizers Orchestra, Outlandish og Infernal vóru at hoyra á G!. Festivalurin fekk
ótrúliga góða umrøðu í útlendskum miðlum. Hann varð sagdur bæði at vera
næstbesti festivalurin í Evropa og millum 20 teir bestu í øllum heiminum.
Festivalurin í 2007
var ikki sum hinir. Hesin festivalurin skaraði framúr, og var nokk í nógvar
mátar tann best skipaði G! festivalurin higartil. Men tá so tølini vórðu løgd
saman sást, at festivalurin hevði verið alt ov dýrur at framleitt. Endin var
tann, at felagið, sum skipaði fyri festivalinum í 2006 og 2007 fór á heysin.
Í 2008 varð eitt lítið tiltak, G! MINI, hildið. Hetta tiltakið varð hildið við tí endamáli
at bjarga G! hugtakinum og at savna pening til at byggja
festivalin upp aftur. Allir tónleikararnir spældu ókeypis til gagns fyri
tiltakið. Hetta árið var eingin tjalding og einans føroyskir tónleikarar.
G! MINI gav
fyriskiparum nýggja vón og stuðlaði teimum í at halda á fram, soleiðis at reiðiligi
G! festivalurin kundi yvirliva.
Í 2009 varð veruligur G! festivalur við trimum pallum, tjalding og útlendskum nøvnum sum
t.d. Veto og Bloodgroup aftur settur á skrá.
Kelda: gfestival.fo
Mynd: Savnsmynd
annamaria@mess.fo
Veitst tú um ella hevur tú frætt okkurt nýtt? Tókst tú mynd av onkrum ótrúligum?
Lat okkum frætta her!
Graml Buzz Aldrin Karrybollarnir Motavikan Móti Sjónleikur Vársól Mótasýning Sms Klippfisk Barbara Í Gongini Stórbýar List Film Filmur