Mess http://www.mess.fo Mess umsjón 10 <![CDATA[Dværgen]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-31/Dvaergen Leygarkvøldið varð leikurin Dværgen sýndur í Norðurlandahúsinum - skrivaður við íblástri frá skaldsøguni Dvargen (1944) eftir nobelvirðislønta Pär Lagerkvist, og leiktur seks leikarum úr Svøríki, Noregi, Danmark og Finnlandi.


Bókin snýr seg um ein óndan dvørg sum býr á einum prinsahoffi undir renesansuni, og er hon skrivað sum ein samtíðarviðmerking til tær undirlutakenslur handan nasistisku ideologiina, sum vóru atvold til ræðsluvekjandi gerðirnar, ið vórðu framdar í hennara navni.


Á veg inn í salin verða vit móttikin av kitch-kløddum leikarunum við blómum í føvninginum. Eg avgeri at seta meg á fremsta rað, meðan leikararnir stúgva seg saman sum sild í tunnu á evarska lítla pallin, og leikurin byrjar.


Innleiðandi senan tekur okkum aftur til Nobel handanina í 1951, har Pär Lagerkvist móttekur Nobel heiðurslønina fyri sín skaldskap. Við eini lítlari teaterklisjé stamar Pär Lagerkvist (í donskum hami) seg gjøgnum eina svenska takkartalu, og hervið verður hol sett á bítandi speisemið, ið gongur gjøgnum restina av leikinum. Eitt rungandi ljóð avbrýtur taluna, krýpur seg síðan um allan salin og fær leikararnar at til missa pippið og sorla hvønn annan til við blómubukettunum so blómubløð dala niður á fótasnippin hjá okkum á fremstu røð.


Við einum blandi av groteskum karikeraðum kensluútbrotum og idésøguligum lýsingum førast vit herfrá aftur til prinsahoffið úr bókini hjá Pär Lagerkvist. Prinsurin skal í kríggj, og leikararnir skifta effektivt millum rollur sum hermenn, drotning, elskarar, listafólk og so sjálvandi: sum dvørgurin.


Tað áhugaverda í leikuppsetingini hjá Egilli Pálssyni er, at hann hevur býtt ónda dvørgin sundur í seks, so at hvør leikari við jøvnum millumbilum umskapast til eina óndskapsfulla veru við hjáhoyrandi groteskum mimikki.


Umframt at hetta skapar ein fantastiskan slap-stick dynamikk millum leikararnar, signalerar hetta eisini at ein óndur dvørgur býr sum eitt fræ í okkum øllum, og dvørgurin lýsir seg sum nakað alneyðugt og sum ein inngrógvin partur av einum hvørjum menniskja.


Tey á slottinum banka hvønn annan meðan tey leggja krígsætlanir, drotningin í spandex buksum og hennara elskari smyrja hvønn annan inn í olju, og tey gurgla djús úr plastik gløsum við dekadentum manérum meðan kríggjið fer fram. Leikurin fer fram á tann hátt, at skift verður millum brot úr bókini hjá Pär Lagerkvist, og øðrum útvaldum tekstum frá stórum tonkjarum. Á tann hátt verður skift millum vanliga søgugongd, og framsiging av teksti við einum meira akademiskum og hugkveikjandi dámi.


Hæddarpunktið av øllum ørskapinum er eitt døgverðagildi, ið verður hildið fyri at heiðra at fíggindarnir í ríkinum eru samdir um, at friður aftur skal valdast. Eitt døgverðagildið við splattaðum fruktum um alt gólvið, einum hyli av spýtti og djúsi, restum av skali sitandi millum tennirnar, og forfalli av versta slagi. Og sum toppurin av ísfjallinum, tá allir leikararnir eru dekkaðir í svansi frá høvd til tá, hendir eitt brádligt skifti: vit eru aftur stødd til Nobel handanina, og Pär Lagerkvist endar røðuna og takkar fyri seg... akward silence....


- Lat meg siga tað beinavegin: Egill Pálsson hevur saman við leikarunum megnað at uppseta ein stílsikkran og undirhaldandi leik. Allir leikararnir leikaðu við meir ella minni ironiskari distansu og einstakir við rættuliga karrikeraðum spælistíli. Hendan ironiska distansan hevði sum endamál at stuðla uppundir einum boðskapi, men sum kanska eisini greinsaði upp ímóti safe-play. Hetta er eitt listarligt konsept, sum Pálsson hevur valt at leikstjórna eftir, men eg saknaði at síggja veruligar kenslur koma fram, sum kundu røra meg, uttan at eg skuldi til at greina akademiska fyrilestrar-kenda tilfarið, ið varð blandað uppí søgugongdina, og harvið koma fram til hvussu óndar verður og eg sjálvur eri.


Leikurin fekk meg at flenna í kíki, men samstundis eisini at ilskast inná, at vit liva í einum samfelag, har vit einstaklingar verða kriminaliseraðir fyri at nýta harðskap, meðan danski staturin førir kríggj í Irak, og er við til at myrða óskyldug fólk, har kapitalistik ideoti í Íslandi hevur kollsiglt eina heila tjóð, og har vit spankulera forbí trafikeraðar skøkjur á Istedgade uttan at himprast. At síggja ein leik við trimum ymsum málum er í sær sjálvum eisini frískt, og eitt væl tiltrongt spark til ta annars heldur innilukkaðu teaturinstitutiónina vit hava her í Norðanlondum.

Thumbs up!


Búi Rouch

]]>
Tue, 31 Aug 2010 10:15:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-31/Dvaergen
<![CDATA[Apan]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-30/Apan
Leikurin snýr seg um apuna Reyði Pætur, sum er biðin um at halda ein fyrilestur fyri "æraðu limunum í Akademinum" um hamskifti sítt frá apu til menniskja.

Reyði Pætur greiðir frá, hvussu hann varð tikin til fanga av menniskjum á Gullstrondini í Afrika og í vikur sat í fangaskapi á einum skipi ávegis til Evropa. Hann byrjaði at bera seg at sum menninir umborð - lærdi at spýta, at drekka brennivín og enntá at tosa. Søgan um Reyða Pætur er søgan um, hvussu ein ótamd apan gerst ein mentaður evropeari.

Hamskiftið hjá Reyða Pætur lýsir tørvin hjá mannaættini at hamskifta seg sjálva soleiðis, at hon hóskar til normarnir, sum eru galdandi í samfelagnum. Umso hvussu væl ein tykist at hóska inn, ber ein kensluna av fremmandagerð og kennir seg uttanfyri. Hetta er eitt afturvendandi evni í skaldskapinum hjá Kafka.

Apan er ein væleydnaður einmansleikur. Á pallinum eru einans nøkur fá amboð at styðja upp undir søguna. Í bakgrundini leverar Rógvi á Rógvu tónleik, sum uttan hóvasták smeltar saman við leikinum. Pallurin er nærum heilt myrkur, og baðað í ljósið stendur hon í brennideplinum - apan.

Frásøga hennara er absurd, undirhaldandi, hóast í løtum nakað langdrigin, og sanniliga brennur hon ígjøgnum. Nærum uttan at tú varnast tað, gevur orðaflóðin frá apuni tínum hugsunarhátti eitt spark í reyvina. Ikki beinleiðis behagiligt, men títt sjónarhorn hevur flutt seg, tá ið pínan er vekk.

Boðskapurin er lættur at relatera til og sera væl lýstur - herðaklapp til Kafka og Dam-feðgarnar.

Apan er ein estetiskt uppliving. Einsamallur á palli leikar Egi Dam sera sannførandi, og ein tekur næstan seg sjálvan í at ivast, um hann nú er ein apa ella eitt menniskja.

Talan er um ein rættiliga stuttan leik, og hóast livandi framførsluna hjá Ega Dam og ambienta tónleikin frá Rógva á Rógvu, hevur hann í løtum lyndi til at tykjast eitt sindur langdrigin. Hetta er kanska ein av vansunum við einmansleikum - tað kann vera torført at hugsavna seg um sama sjónleikara í einar 50 minuttir uttan, at hetta byrjar at tykjast einstáttað.

Hóast áðurnevnda veikleika er Apan ein fragd fyri eygað, sum kann viðmælast, treingist einum til eina mentanarliga innspræning ella bara eina góða uppliving við kanti á.

Eir Nolsøe
eir@mess.fo
]]>
Mon, 30 Aug 2010 01:27:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-30/Apan
<![CDATA[SIC útgávukonsert]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-22/SIC_utgavukonsert Myrki tungmálmsbólkurin SIC, skipaði saman við Norðurlandahúsinum, fyri útgávukonsert í vikuskiftinum. Í samband við at bólkurin júst hevur givið nýggja fløgu út, undir heitinum Figthers They Bleed, trein ein frísk útgáva av SIC anno 2010 á pallin, og vísti góðan form aftaná at teir hava havt ein steðg frá konsert framførslum tað mesta av árinum. Gamli kult bólkurin Hatespeech hevði fingið innbjóðing til at hita upp, og var tað við til at gera tiltakið eitt sindur meira serstakt.

Um tað vóru nervar ella ei, kann ein bara gita seg til, men sjálvróptu “grand ol´ dads” í føroyskum tungmálmi, spældu seg gjøgnum fimm løg, ið skiftu ímillum tann siðbundna thrashmálmin og tað meira eksperimenterandi. Ein útgáva av lagnum Mr. Crowley hjá Ozzy Osbourne bleiv eisini spæld, við Jákup Paula og Mikkjali, ið heldur ófyrireikaðir, deildu tekstin ímillum sín.  Langa fráveran speglaðist aftur, og tí bleiv tað til eina heldur smædna framførslu, men hóast tað, var tað gott at síggja bólkin aftur. Størsti spurningurin vildi nokk verið, hvat veruligi statusin hjá bólkinum er.

Ein góðan tíma aftaná vóru SIC klárir á pallinum, og har var ongin náði. Tónleikurin hjá bólkinum er skaptur til konsert framførslur, og serliga tey nýggju løgini rigga væl. Bólkurin hevur ment seg nógv síðan Pandemonium. Blandingin av sleggju riffum/rýtmum, og klaustrofobiskum gittar óljóðið, ið minnti um tíggju ýlandi politibilar við beinari kós ímóti tær, skapti eina myrka og ráliga atmosferu í salinum.

Nýggi limurin aftan fyri trummurnar, Dennis Buhl, gevur tónleikinum meira orku og finessu. Ungi danin, ið hevur spælt í danska thrash bólkinum Hatesphere eitt tíðarskeið, vísti nógvar áhugaverdar rýtmur og skjótleika gjøgnum framførsluna. Frontmaðurin Mikkjal G. Hansen var tendraður, og gekk hann amok á pallinum meðan hann growlaði og skríggjaði og osaði av orku. 

Tað er ikki oftari enn so, at Norðurlandahúsið er karmur fyri tungmálmskonsertum, men hendan konsertin riggaði væl, sjálvt um tað ikki var fullur salur. Samanumtikið, so var Hatespeech ein vøra frá einari aðrari tíð (sjálvt um bólkurin altíð fer at hava stóran týdning fyri føroyskan tungmálm), og SIC vístu enn einaferð at teir duga síni ting á pallinum.

Fróði Stenberg
]]>
Sun, 22 Aug 2010 15:00:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-22/SIC_utgavukonsert
<![CDATA[Summar Festivalurin 2010]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-08/Summar_Festivalurin_2010 HUGNI HELDUR ENN TÓNLEIKUR

Summar Festivalurin er ein hugnaligur og fólksligur festivalur, har ymisku ballini skapa festivalin. Men tónleikaliga er festivalurin soltnari enn nakrantíð 

Savnar tú túsundtals fólk eitt vikuskifti um summarið, kann tú ikki koma undan at hava eitt fínt ball. Og tað er Summar Festivalurin eisini.

Festivalurin gevur seg ikki út fyri at vera hámentaður, men leggur seg eftir at vera "fólksligur", og tað merkir, at tað er hálvavegnað eitt krav, at ein skal kunna skrála við í tónleikinum, sum verður spældur.  

Í einstøkum løtum er hendan hitt-fokuseringin fínasta slag. Tá tónleikurin er góður sum hjá Guðrið Hansdóttir ella Eyðun og Terja er tað veruliga hugnaligt at standa syngja við saman við túsundtals øðrum. 

Men "fólksligi" stílurin hjá festivalinum merkir tíverri eisini, at festivalurin á ongan hátt bjóðar av.  

Skráin í ár var sera, sera tunn. Við undantak av Westlife var onki, sum vit ikki høvdu hoyrt áður. Nógv av tí, sum vit hoyrdu umaftur, kundu vit lukkuliga verið spard fyri. 

Eg veit ikki, um tað er "fólksligt", men tað í øllum førum ikki "fólkaligt", at nógvir av okkara dugnaligastu tónleikarum skula spæla á tí lítla Føroya Tele pallinum, meðan tað larmar av Stóra Pallinum. Tað økir líkasum kensluna av, at tónlistin verður ikki vird nóg nógv. Hetta handlar um ballið.  

Við túsundtals gestum og stuðlum sum Føroya Tele, Norðoya Sparikassa, Posta og Trygd hevur Festivalurin inntøkur fyri fleiri milliónir krónur. Tað er undaligt, at tað ikki er ráð til at geva mongu gestunum eitt sindur betri tónleikaligar bitar.

Tað góða og tað ringa á Summar Festivalinum: 

Gestablíðni hjá klaksvíkingum er hjarta í festivalinum. 
+ Endiliga aftur summar-veður á Summar Festivalinum.
+ Stóri Pallur er veruliga ein stórur pallur, og riggaði ljóð og ljós væl til stóru konsertirnar. 
+ Summar Festivalurin funkar bara, tá talan er um at halda skránna. Ongin "føroysk tíð" her. 
+ Írsku sjarmørarnir í Westlife livdu upp til høvuðsnavn-heiðurin (Ikki tí, Westlife spæla Kings of Leon. Eru tit blivnir eitt sindur desperat?). 
+ Jodlandi Westlife-bilførarin Karl, sum gestur á Stóra Palli. Stuttligur arbeiðsdagur hjá Karl. 
+ Guðrið Hansdóttir megnaði at skapa eina hugnaliga og intima atmosferu, hóast Stóri Pallurin ikki bjóðaði inn til tað. Gott, Guðrið! 
+ Matútboðið var gott og breitt.

- Shu-Bi-Dua, Westlife og Dynamitt. Hetta var veruliga ein sera soltin skrá.  
- Marius, sum hevði eina ta bestu konsertina á festivalinum í fjør, og júst hevur útgivið eina frálíka fløgu, bleiv settur á minsta pallin, Føroya Tele pallin, og mátti skera sín bólk niður til tríggjar limir. Óvirðiligt. 
- Kann onki gerast fyri at gera Flagstjaldið ett ánilsi hugnaligt? 
- Summar Festival-fyriskiparin, tann altíð so eyðmjúki Steintór Rasmussen, endaði festivalin við at hátíðarhalda seg sjálvan og sín 50 ára føðingardag sum gestur hjá Dynamitt. Øh, Steintór, hevði tað ikki verið betri, at tú bleiv hátíðarhildin av onkrum, sum tú ikki rindar løn til? 
- (Enn eina ferð) 60 krónur fyri eina cider. Bara tí tú kanst krevja tað, merkir ikki, at tú skalt gera tað. 
- Onki Føroya Bjór at fáa í Klaksvík (!!!). Kaggarnir blivu tømdir, og knappliga blivu fløskur seldar. Hvussu samsvarar tað við trygdarkrøv á festivalum?  
- Møguliga hevur løgreglan lagt seg eftir at tryggja at fólk fara heim, so tey minnast til kirkjugongdina dagin eftir, men eins og á G! endaði tónleikurin ov tíðliga

Mynd: Mureldur
Jan Lamhauge]]>
Sun, 08 Aug 2010 19:43:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-08/Summar_Festivalurin_2010
<![CDATA[Westlife á SF 2010]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-08/Westlife_a_SF_2010 AFTUR Í 90'INI VIÐ EINUM SMÍLI

Enn hava uppfinnarar ikki megnað at uppfunnið tíðarmaskinuna - sigst . Uppfunnin ella ikki. Í kvøld vóru eg og restin av Vágsbøi í øllum førum ein túr aftur í 90'unum. Matchandi búnar, tekstir um ljósareyðan kærleika og fýra dansandi dreingir í rætta boyband stíli. Ver ikki fyri!


Longu 20 minuttir áðrenn konsertbyrjan, vóru líka nógv fólk, sum tá Páll Finnur Páll byrjaðu sína konsert. Eitt intro ljósshow og dramatiskt dun seinni stóðu prettyboysanir saman við tí feita orkestrinum á pallinum. Eitt væl koreograferað og neyvt nikk frá øllum fýra og tíðarmaskinan var sett í gongd.

Tónleikurin var sukursøtur við eitt sindur av flødaskúmi og bubligummi afturvið. Akkurát sum vit kenna tað. Melodiøst og lætt at lurta eftir. Krevur ikki so nógv av hvørki oyrum ella høvdi. Tó hava teir allir fýra ótrúliga góðar røddir og syngja væl! Imponerandi, men tað ljóðaði akkurát líka polerað sum á fløgunum. Eisini eitt herðaklapp til ljóðfólk og anleggið!  


Tó hoyrdist eina ella tvær ferðir, at hetta var live. Onkur, sum ikki sang heilt optimalt eina løtu - serliga í tøkulagnum 'I Gotta Feeling' hjá The Black Eyed Peas. Aftrat hesum tøkulagnum vóru eisini Beyoncé, Kings of Leon og Thin Lizzy tulkað til boyband. Tøkuløgini vóru eitt frískt innslag, men erligt betalt... Westlife líður ikki beinleiðis av hittmangli.


Eitt annað stuttligt innslag var, tá føroyski sjafførurin Karl kom á pallin at jodla. Hetta virkaði ógvuliga spontant í kontrast til væl synkroniseraðu dansirørslunar hjá Westlifearunum.


Sum allar diva'ir máttu vælgreiddu írarnir í heili fýra klædnasett. Og hvørjaferð hóskaðu klæðini saman niður í smálutir. Hubba-bubba líknandi jakkar í hvør sínum liti, fýra pør av hondum í svørtum leðurhandskum - ja, enntá allir við lyklaringum hangandi úr buksunum. Eg saknaði bara hvítu klædningarnar úr 90'unum.


Alt var akkurát sum væntað uttan stemningurin. Hárini reistist ongantíð og áskoðararnir sungu ikki serliga hart við. Kanska tíðin er farin frá boybandum og vælpoleraðum konseptum? Westlife livdi í øllum førum eitt sindur for nógv í 'world of their own' og rukku ov stutt út um pallkantin. Tú kundi tó ikki annað enn flenna og minnast eina farna tíð, meðan lurtað varð eftir mest cheesy tónleikinum eg nakrantíð havi hoyrt.

Jóhanna Magnusardóttir

]]>
Sun, 08 Aug 2010 05:12:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-08/Westlife_a_SF_2010
<![CDATA[Marius á SF 2010]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-08/Marius_a_SF_2010 "Tað er okkum ein æra at hita upp fyri Westlife, og tað hevði eisini verið heilt í ordan, um teir komu forbí og vildu hanga út við okkum." Liminir í Marius vóru ikki sørt skemtiligir til seinastu konsertina á tí lítla pallinum beint uttan fyri Føroya Tele í Klaksvík.


Bólkurin Marius, sum seinastu árini hevur spælt alternativan rock, hevur vent el-gittarum, synthum og og elektriskum rytmum baki til fyrimuns fyri kassagittarar, floyt, sylofon og ein trækassa sum slagtól. Uttan at siga nakað um gomlu ljóðmyndina, má eg siga, at akustiska vendin klæðir teimum.


Bleyta og behagiliga røddin á forsangaranum, ið meistraði høgu tónarnar sera væl, lokkaði ikki sørt av fólki at at steðga á og hoyra erliga tónleikin. Ein kaffimuns-hugnalig løta, við lurta-eftir tónleiki og ikki skrála-hart ella dansa-vilt tónleiki.


Einasta, sum dansaði, vóru hendurnar á slagverkspælaranum á kassatrummuni. Rundi klangurin  gav tónleikinum ein dám, sum næstan minti um hjartasláttur - tó ikki við heilt somu rytmu. Klokkuklára ljóðið av sylofonini og heldur meira kantuta floytið stóðu ótrúliga væl í kontrast við gittararnar og trummuna. Haraftrat vóru kórrøddirnar ein ógvuliga góð variatión.


Ljóðið var ordiliga gott og fyri tað mesta rættiliga nakið, altso varðveitti akustiska dámin. Einasta, eg hevði viljað broytt eitt lítið vet, var ljóðið á mikrofonini hjá forsangaranum. Røddin hevði komið upp aftur betur til sín rætt, um tað bara styrkti ljóðið og ikki hevði nakra elektriska effekt annars.


Konsertin var rímiliga nærverandi, men manglaði uppaftur meira innileika. Tað bleiv ikki til eina ordiliga intim konsert, men eina stille-rolig konsert.


Mynd: Torkil Djurhuus

Tekstur: Jóhanna Magnusardóttir

]]>
Sun, 08 Aug 2010 05:11:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-08/Marius_a_SF_2010
<![CDATA[Grandma's Basement á SF]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-07/Grandmas_Basement_a_SF_2 TRAKKA TIL SÍÐIS, DYNAMITT

Grandma's Basement kemur stormandi fram í slóðini eftir Dynamitt og Páll Finnur Páll, og sær út til at gerast næsta stóra "skrála-við" navnið. Tíverri hevur bólkurin næstan eins nógvar falskar tónar og platt skemt

Tá teir komu upp aftur á pallin í presta- og nunnudrakt, og framførdu "Getze" sum eykalag, skoraði Grandma's Basement nógv stig í mínari stigatalvu.
At standa í Klakvík og senda ein miðfingur til eksotisku samkomuna, Getsemane, krevur nossur, og tað hevði Grandma's Basement hesa løtuna.

Hetta skilti "ommukjallaran" frá teirra fyrimyndum Dynamitt, sum annars bert er plattur. 
Grandma's Basement er fyrit tað mesta plattur og tónleikaliga skirvisligur, men í løtum sum hesum var eitt sindur meir av Páll Finnur Páll heldur enn Dynamitt yvir bólkinum. Eitt sindur meir relevant prik, heldur enn bara "hulle manna hulla" og "digge digge dasj". 

Tað er onki at ivast í, at Grandma's Basement hevur fatur á onkrum, og at bólkurin longu hevur ein trúgvan fjepparaskara. Tá bólkurin endaði við "Bangna beistið" og "Hon fær ongantíð nokk" var einanstandandi lag á áhoyrararunum, sum allir kendu sangirnar og brølaðu við. 

Tað var tó ikki tí, tað vóru stórar dygdir, tónleikararnir á pallinum fýrdu av. Langt, langt, langt frá. Eisini eru allar, allar flestu tekstirnir hjálparleyst illa skrivaðir, og vóru nógvar løtur sum vóru næstan tærnakrimpandi vánaligar.

Men Grandma's Basement kemur í slóðini hjá Dynamitt og Páll Finnur Páll, og er tónleikur, sum fyri ein stóran part snýr seg um at drekka seg skít og skrála við til. 

Kanska størsta styrkin hjá Grandma's Basement er, at teir í Jón Jacobsen hava ein sera góðan frontmann. Hetta var sum at eygleiða ein annar Niclas Heri Jákupsson in action (upp til lesaran, um hann tulkar tað sum rís ella rós); hann sang eitt lítið hakk betri, eitt hakk meir sjeikaligur, og dugdi næstan eins væl at geila áhoyrararnar upp.

Plássið, sum Dynamitt meir ella minni hevur sett seg fastan á á Stóra Palli um midnáttarleitið, er í vanda, og verði eg yvirraskaður, um ikki Grandma's Basement stendur har um nøkur ár.

Jan Lamhauge

ps. Vónandi fer Grandma's Basement eisini at blíva (nógv) meir provo og (nógv) minni plattur.  

]]>
Sat, 07 Aug 2010 23:59:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-07/Grandmas_Basement_a_SF_2
<![CDATA[Oniontree á SF 2010]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-07/Oniontree_a_SF_2010
Bólkurin legði væl út við nøkrum glaðum rock løgum, ið noyddu smílið fram. Bassurin sníkti seg heilt inn í hjartað og fekk tað at banka í takt við tónleikin. Góða kenslan vardi tó ikki nógv meira enn eitt bil. Aftaná nøkur fá løg tyktist skróvið harðari, meðan forsangarin varð skrúvaður niður. Eftir mínum tykki eitt vánaligt val, ið gjørdi, at góða røddin druknaði í onkrum, sum til tíðir ljóðaði sum tallerkar, ið vórðu sleptir á gólv.

Umframt nøkur av sínum egnu løgum spældu leykdreingirnir eisini nøkur tøkuløg, sum vóru bæði meira og minni væleydnaði. Millum tey betru kann Fireflies hjá Owl City nevnast. Teirra egnu løg mintu mest um okkurt hjá 3 Doors Down, men eitt sindur lættari og villari. Framførslan var sum heild ikki serliga hugtakandi. Hevði onkuntíð hug at ivast, hvør í grundini var frontfigurur, og hóast teir hoppaðu eitt sindur runt og býttu um pláss, so vóru teir ikki so skide festligir at hyggja uppá. Rukku sum so ikki serliga langt út um pallkantin.


Jóhanna Magnusardóttir

]]>
Sat, 07 Aug 2010 06:00:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-07/Oniontree_a_SF_2010
<![CDATA[Shu-Bi-Dua á SF 2010]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-06/Shu-Bi-Dua_a_SF_2010 BARNAKONSERT FYRI VAKSIN

Shu-Bi-Dua var akkurát rætta navnið til Summar Festivalin. Lummafilosofisku danirnir fingu áhoyrararnar at hugna sær sum til ein barnaføðingardag: So syngja vit við, lyfta armarnar upp, nøkur koma upp at dansa við, og so taka vit ein Kaj & Andrea-sang 

Shu-Bi-Dua rakti Summar Festival-fjepparan so beint í solar plexus. Fyrireikararnir kundu neyvan havt valt eitt betri navn. Hetta var akkurát tað, sum Summar Festivalinum snýr seg um: syngi-vinarligt, hugnaligt og nostalgiskt.

Tað vóru túsundtals áhoyrarar til konsertina, og sungu og klappaðu teir dúgliga við. Til sangir sum "Den røde tråd", "Hvalen Valborg" og "Sexchikane" tóku áhoyrararnir næstan yvir fyri sangaran Michael Bundesen. 

Shu-Bi-Dua hevur næstan 35 ár og 18 útgávur á baki, og eita fløgurnar nakað so uppfinnsamt sum 1, 2, 3, o.s.fr.
Sambært kennarum toppaði bólkurin millum 3 og 7, meðan hann seinnu árini mest hevur koyrt upp á royndirnar og trúgva skaran.

Shu-Bi-Dua hevur staðfest, at hann fangar øl-drekkandi og pylsu-etandi danan. At Shu-Bi-Dua eisini er nakað fyri øl-drekkandi føroyingin. 

Hetta bleiv millum annað staðfest, tá prúðar føroyskar damur skuldu koma upp á pallin at dansa við. Onkur datt á veg upp á pallin, meðan onkur onnur næstan ikki vildi av pallinum aftur. 
Fyri mítt ónda hjarta var hetta tragikomiska hæddarpunktið á kvøldinum.

Ikki tí, konsertin var fín, og vóru gomlu guttanir á pallinum nakrir fínir tónleikarar. 

Men samstundis var hetta næstan sum ein barnakonsert fyri vaksin. Sungið bleiv við. So skuldu øll lyfta hendurnar upp saman. So skuldu mennirnir syngja. So kvinnurnar. So koma nøkur upp á pallin. So taka vit ein Kaj & Andrea-sang...   

Altso hugnaligt sum ein vitjan hjá ommu ella eitt prát við guddóttrina. 
Men halt kjaft, hvat tað eisini var ein harmleys og lítið yvirraskandi konsert. Sum ein Tuborg og ein kókað pylsa. Ein ávís sjarma og nøkur skeiv innsløg ímillum. Men ikki meir enn tað.  

Mynd: Tróndur Dalsgarð
Jan Lamhauge ]]>
Fri, 06 Aug 2010 23:39:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-06/Shu-Bi-Dua_a_SF_2010
<![CDATA[Hanus G. Johansen á SF 2010]]> http://www.mess.fo/umtal/2010-08-06/Hanus_G_Johansen_a_SF_2010 HÁLV-HERLIGUR HANUS

Hanus G. Johansen sang og spældi væl, men konsertin náddi ikki heilt hæddirnar frá undanfarnum árum

Hví halda vit Summar Festival? Tí Hanus bleiv føddur.

Nakað soleiðis segði Sjúrður Skaale fyri nøkrum Summar Festivalum síðan, og er tað blivið endurtikið fleiri ferðir síðan. 
Hanus G. Johansen hoyrir til á Summar Festivalinum. Á næstan hvørjum Summar Festivali higartil hevur Hanus G. Johansen einsamallur á palli runarbundið túsundtals áhoyrarar við sínum einastandandi vísum.

Í tí langu røðini fer konsertin í ár ikki at skilja seg burturúr. Myrkrið hevði ikki heilt lagt seg, og var trupult at fáa eina veruliga atmosferu millum áhoyrararnar. Sera tunt var framman fyri pallin, tá konsertin byrjaði, tó so at alsamt fleiri áhoyrarar komu til konsertina, so hvørt sum konsertin leið. 

Hanus var tó nærverandi og spældi og sang væl. Men eins nærverandi vóru áhoyrararnir ikki.

At Hanus spældi fleiri lutfalsliga ókendar sangir gjørdi tað ikki lættari at fáa áhoyrararnir við. Hanus spældi sangir til yrkingar hjá Hans Jacob Glerfoss, Jacob Sande, Tummas Napoleon Djurhuus og Steintór Rasmussen, og vóru hetta ikki heilt teir, sum áhoyrararnir vildu hoyra.  

Ikki tí, tað var feitt, tá Hanus treiv í gamla Leonard Cohen-klassikaran "So Long, Marianne", og hevur Hanus eisini við árunum fingið eina alsamt meir eyma og kensluborna rødd, sum gjørdi "Fagra Blóma" vakrari enn nakrantíð.

Men klassikarar sum "Fagra Blóma", "Tá eg at kvøða" og "Vónsvikin" komu ikki fyrr síðst á skránni, tá konsertin hevði varað umleið ein tíma. Hesir tóku áhoyrararnir sera væl ímóti, men sameiningin av tónleikinum, orðum og áhoyrarum vantaði eitt sindur hinar løturnar.

mynd: Mureldur
Jan Lamhauge]]>
Fri, 06 Aug 2010 22:06:00 +0100 Umtal http://www.mess.fo/umtal/2010-08-06/Hanus_G_Johansen_a_SF_2010