K & K

Mogga, mogga, mogga... ella hvat?

Ung í dag eru sera frísinnað, og fyri tey flestu tykist sex av og á at vera ein sjálvfylgja. Mess hevur fingið sær eitt prát við fýra ungdómar, um hvønn hugburð tey hava til sex.

"Geri alt, sum eg kann, fyri at bíða"

Fyrsta gentan, vit prátaðu við, er 17 ára gomul og ynskir at vera dulnevnd.

- Eg geri mítt besta at bíða við at fara í song við nøkrum, áðrenn eg eri gift. Eg eri dóttir ein pastor, og tískil er hetta á ein hátt forvæntað av mær. Tað er kortini ikki tí, at eg velji at bíða. Eftir mínum tykki er sex ov persónligt og serligt til at deila við tilvildarlig fólk. Eg vil gjarna hava, at tá eg eri gift, havi eg bara verið saman við manni mínum. Eg eri kanska eisini ávirkað av, at bæði foreldrini hjá mær bíðaðu, til tey vóru gift, greiðir hon frá og heldur fram:

- Eg hevði ikki kent meg seka yvirfyri Gudi, um eg hevði farið í song við einum tilvildarligum drongi, men eg hevði følt, at eg hevði handlað undir mínum morali. Eg dugi ikki at siga, um eg hevði klárað at bíðað, um eg hevï gingið saman við einum drongi í nakrar mánaðir, tí tað havi eg ikki roynt fyrr. Tað skal í øllum førum ganga eitt hálvt ár. Eg geri alt, sum eg kann, fyri at bíða, sigur hon og leggur afturat:

- Eg síggi slettis ikki niður á onnur, sum hava eingangsknall. Tað er eitt sera persónligt val.

"Sex er tað besta, mann ger, tá ið mann er ungur"

Alfred Eliasen er 19 ár. Hann sigur hugburð sín til sex vera "sjálvandi", og at hetta er tað besta, mann tekur sær til, tá ið mann er ungur.

- Hevur tú damu ella konu, fert tú sjálvandi bara saman við henni. Tá ið mann er stakur, er mann kanska eitt sindur meira vakin leygarkvøld og far sær eitt konufólk heim við. Eg fari saman við gentum fyri mína egnu skyld - ikki so at eg kann reypa dagin eftir um, hvussu hon var og tílíkt. Tað tími eg ikki!

- Har hava verið nakrar "tilvildarligar", tað hava tað. Hetta hevur úrslitað í nógvum minnisríkum løtum, men eg havi eisini havt minni góð leygarkvøld, men soleiðis haldi eg, at tað er hjá øllum, ljóðar frá Alfredi, sum at enda sigur:

- Sjálvandi skal máti vera við. Mann fer ikki bara í býin og slaskar alt har niðri. Hevur tú akkurát havt damu, so er eisini at halda lágan profil í eina tíð.

"Skilji ikki, at fólk klára at bíða..."

Seinna gentan, vit tosaðu við, er 18 ár og ynskir somuleiðis at vera dulnevnd. Hon sær onga orsøk til at goyma ástarstundirnar til hjúnarbandið.

- Eg hevði sjeik í tvey ár, til eg gjørdist støk fyri einum ári síðan ella so. Eg havi verið song saman við tveimum dreingjum síðan tá. Eg havi kortini ikki gingið so nógv í býnum, so møguleikarnir hava verið eitt sindur avmarkaðir. Tann eini var ein kenningur - hann var lekkur, vit prátaðu gott og there goes. Hinum møtti eg tilvildarligt. Hann sá gott út, og eg hevði ikki fingið nakað í langa tíð.

- Eg fekk ikki ringa samvitsku, aftaná eg hevði verið song saman við teimum, men tað er nokkso keðiligt, tá ið fólk tosa um tað aftaná.

- Eg skilji ikki, at fólk bíða við sex, til tey eru gift. Eg havi virðing fyri teimum, men eg hevði undir ongum umstøðum klárað tað sjálv.

"Sex hoyrir bert heima í hjúnalagi"

Finn Haraldson er 21 ár og er á einum máli við fyrru gentuni um, at sex bara hoyrir hjúnalagi til.

- Eg síggi samlegu sum eitt kropsligt úttrykk fyri ein ósjónligan kærleika, og fruktin av hesum kærleika er eitt nýtt menniskja. Eg haldi tí, at samlega bert hoyrir heima í einum hjúnalagi, har báðir partar hava lovað trúskap til hvønn annan, sigur Finn og heldur fram:

-  Eg havi bert verið í song við einari gentu, og hendan upplivingin er nakað, sum eg fari at minnast restina av lívinum. Samstundis veit eg, at eg fari at samanbera hana við framtíðar konuna - bæði seksuelt og kensluliga. Hetta er sera órættvíst ímóti báðum.

Mynd: Istock
eir@mess.fo

Tendrar tú uppá tíni egnu bróst?

Merkingar: Bróst,

Mannfólkini á blaðnum M! vilja sera gjarna vita, um gentur tendra uppá síni egnu bróst. Gert tú?

Woman.dk ynskir at hjálpa mannfólkunum á M! við at spyrja kvinnuliga lesararnar, um tær tendra uppá síni egnu bróst ella ikki. Donsku viðmerkjararnir svara m.a. soleiðis: 

- Tað er eitt sindur ringt at svara uppa, haldi eg... Eg eri glað fyri míni bróst, men eg vil ikki siga, at eg tendri uppá tey, og tendri heldur ikki uppá bróstini hjá øðrum, hóast eg væl kann halda, at tey flott. 

- Nei ikki ordiliga. Tendri tá onkur nertur við tey, men ikki annars. 

- Ja, eg kann saktast tendra uppá míni egnu bróst, og tað er ikki tí at eg haldi tey vera serliga flott, men tey eru bara so deilig og bleyt og so er tað jú deiligt tá tað verður nortið við tey. So ja, eg dugi ikki at síggja, hví mann ikki skuldi tendrað uppá sín egna kropp og serliga sínar bleytu fyrimunir. 


Luttak í donsku kanningini her. 

Men hvussu við føroysku kvinnunum? tendra tit uppá tykkara egnu bróst? 


mynd: Getty

mess@mess.fo

Fjarstøðu- parlag, tað ber til!

Merkingar: Fjarstøðuparlag,

Í samband við at vit mánakvøldið skrivaðu um fjarstøðuparlag, hava vit í kvøld fingið eitt prát við 19 ára gomlu Báru Haraldsen, sum hevur roynt at verið í einum fjarstøðuparlagi í eitt ár og tvær vikur. 

Tá Bára var liðug á øðrum ári á Handilsskúlanum, fór sjeikurin til Danmarkar at læra til flogskipara. Tey settu sær fyri, at tey skuldu klára tað, og tað gjørdu tey, hóast tað ikki altíð var ein dansur á rósum. Nú búgva tey bæði í Danmark - hon í Keypmannahavn og hann í Roskilde, og síggjast nú hvørt vikuskifti. 

Bára og sjeikurin sóust tó eina ferð um mánaðin, tá tey búðu í hvør sínum landi. Bára var nakrar ferðir í Danmark, og sjeikurin var nakrar ferðir í Føroyum.

- Tað var ræðuliga dýrt, men eg sá tað sum eina prioritering. Summi brúktu sín studning til bil og bensin, og eg brúkti mín til ferðaseðlar. Ferðaseðlarnir kostaðu millum 1700 og 2500 krónur, so eg hevði ikki serliga nógvar pengar til nakað annað. Men tað gekk. Eg arbeiddi so nógv, sum eg kundi, og droppaði nakrar kaffi latté.

Hóast Bára og sjeikurin sóust ofta, í mun til onnur fjarstøðuparløg, so var longsulin ótrúliga stórur til tíðir. 

- Eg longdist mest, tá eg akkurát var komin heim, og mitt ímillum vitjanirnar tá tað var langt síðan eg hevði sæð hann, og leingi til vit sóust. Eg longdist eisini illa, tá vinkonurnar snakkaðu um sjeikarnar hjá sær. T.d. "Åå tað var hyggeligt í gjár, kom heim, og so hevði hann gjørt mær døgverða!" og so framvegis. 

Spurd um hon merkti nógv til sjalusi, meðan hon var í einum fjarstøðuparlagi, svarar Bára soleiðis: 

- Eg eri ein sjalu typa vanligt, so ja eg var ræðuliga sjalu ræðuliga ofta. Eg var nokk so paranoid, og tað var ofta, at vit skeldaðust um sovorðin býtt ting, bara tí eg var sjalu. Hann var eisini eitt sindur sjalu. Eg arbeiddi á barr um næturnar, so tað er nokk so skilligt. Men tá vit vóru sjalu, so tosaðu vit altíð um tað og lærdu okkum at hugsa, at tað var einki at gera uttan at stóla uppá hvønn annan. 

Bára heldur at við at seta sær eitt mál og røkka tí, so fær ein eina kenslu av, at 'nú kann eg alt'.

- Summi hava størri og summi hava minni mál, men felags er, at tá málið er rokkið, so fær ein eina ótrúliga kenslu. Onkur vil sleppa til Asia áðrenn ein doyr, og koma tey so langt, so halda tey, at tey kunnu alt. Eg trúði uppá, at vit fóru at klára tað, og nú eru vit saman. Nú málið er rokkið, føli eg, at tá vit hava klárað hetta, so klára vit alt, men mann veit allíkavæl aldrin, hvat kann koma ímillum.   

Bára greiðir frá, at tá hon var í støðuni var tað ordiliga strævið, men tá hon hyggur aftur á tað, so heldur hon bara at tað er ótrúligt, at tey kláraðu tað.

- Vit hava lært ótrúliga nógv av tí, og ein lærir at síggja, at tað eru tey lítlu tingini, sum telja.

Í dag búgva Bára og sjeikurin bæði í Danmark. Hon lesur á Copenhagen Business School í Keypmannahavn, og hann til flogskipara í Roskilde, so tey eru hægst ein tíma vekk frá hvørjum øðrum í dag.

- Hóast vit framvegis ikki búgva saman, so er tað heilt øðrvísi at vita, at hann er beint her, og at eg kann vitja hann tá eg vil. Tað kostar 80 krónur og tekur maks ein tíma. Vit hava klárað tað! Og nú síggjast vit hvørt vikuskifti. Tað er mega deiligt at vera saman aftur, og hvørja ferð vit síggjast er tað sooo deiligt.

Mynd: Bára stytti sær stundir saman við hundinum hjá sjeikinum, meðan hann var burtur. Tær longdust báðar so illa.  

jona@mess.fo

Fjarstøðu- parlag riggar tað?

Merkingar: Fjarstøðaparlag,

At vera í einum fjarstøðuparlagi, ella long distance relationship, sum tað eitur á enskum, er ikki altíð serliga stuttligt. Hvat gert tú, um tú ella makin mugu ferðast í longri tíð ella flyta? Hvussu kann ein fáa eitt fjarstøðu parlag at rigga? Og skal mann tíma?

Í hesum tíðum, tá fólk eru farin uttanlands at lesa, AFS ella annað, eru óivað fleiri, sum leingjast illa. Serliga tey, sum eru ella vóru í einum parlagi.

Tað er ongantíð lætt at vera langt burtur frá makanum í longri tíð og vita, at ein ikki kann síggja makan so ofta, sum ein hevur hug til. Men hvat skal ein gera, um tú ella makin brádliga mugu flyta ella ferðast burtur í longri tíð? Skal ein gera av, at tað ikki gongur, ella skal ein royna at fáa tað at bera til?

Eru nakrir fyrimunir?
Tað er ringt at hugsa sær, at tað eru nakrir fyrimunir við at vera í einum fjarstøðuparlagi. Men her eru nøkur dømi:

Ein roynd
Eitt fjarstøðuparlag kann ofta vera ein roynd, fyri at vita hvussu sterkt parlagið í veruleikanum er. Tey, sum ikki tola at vera burtur frá hvørjum øðrum í eina tíð, skulu kanska ikki vera saman? Og um ein klárar tað uttan at geva upp, so kann ein vera nokk so sikkur í, at parlagið tolir rættiliga nógv.

Styrkir parlagið
Tá ein klárar at vera burtur frá hvørjum øðrum leingi, uttan at parlagið rýkur, so er tað eitt tekin um, at ein hevur eitt sterkt parlag, og at ein hevur eina góða orsøk at líta á makan.

Betri at síggjast aftur!
Hugsa tær, hvussu gott tað verður at síggja makan aftur, tá tit fáa møguleikan!

Gott at leingjast
Kenslan av at veruliga, veruliga leingjast eftir onkrum er ótrúliga góð. Tí hóast ein fær ótrúliga ilt, so er tað gott at vita, at ein er so heppin at hava ein persón, sum ein er so góður við.

Men tað eru eisini vansar
Hóast tað kunnu vera nógvir fyrimunir við at vera í einum fjarstøðuparlagi, so er eru tað ofta vansarnir, sum viga meira, tá ein setur hesar upp móti hvørjum øðrum.

Saknur
Tað ringasta við at vera í einum fjarstøðuparlagi er sjálvandi saknurin. Ein sæst ikki serliga ofta, og ein veit ikki altíð, nær ein sæst næstu ferð. Ein fær ilt av at leingjast so illa, og ein fær ilt av at ikki kunna vera har fyri hvønn annan alla tíðina. Og ein saknar nærleikan.

Sjalusi
Sjalusi er ofta ein avleiðing av einum fjarstøðuparlagi. Ein veit ikki, hvørjum makin er saman við, hvat hann ger, og ein sær ikki ella kennir ikki kenslurnar. Ein noyðist bara at líta á tað, sum makin sigur, og at hann/hon ikki ger nakað býtt, og framvegis hevur somu kenslur fyri tær. Ein kann eisini gerast øvundsjúkur, um makin upplivir meira enn ein sjálvur, ella at hann/hon er nógv saman við felags vinum, og ein sjálvur ikki fær verið tað.

Er parlagið nóg sterkt?
Nógv trúgva ikki uppá fjarstøðuparløg, tí at stúrir fyri, um parlagið er nóg sterkt. Hetta ger eisini, at fleiri velja at gera tað liðugt beinanvegin, ístaðin fyri at vita, um parlagið er nóg sterkt til at yvirliva tað.

Dýrt...
Eitt fjarstøðuparlag kann eisini gerast ógvuliga keðiligt fyri pengapungin, um ein ikki ansar sær. Tok- og flogbillettir kunnu blíva dýrar, um ein ikki planleggur tær langt frammanundan, og tað er ikki altíð, at ein kann tað. Um ein tosar nógv í fartelefon saman, og hevur eitt dýrt hald, so gerast rokningarnar skjótt dýrar.

Men tað eru tíbetur loysnir til vansarnar. Tit kunnu t.d. fáa tykkum eitt bíligt telefonhald, tosa gjøgnum skype, skriva brøv, snakka um allar kenslurnar, sum stinga seg upp í samband við fjarstøðu parlagið og les, hvat ein kann gera, fyri ikki at vera sjalu.

Minst til: Um kærleikin millum tykkum er sterkur, so tolir hann tað mesta.

Kelda: ung.no


jona@mess.fo

- Hann skal vera romantiskur

Merkingar: Typa,

Mikukvøldið spurdi Mess tríggjar stakar føroyskar dreingir, hvørja typu av gentum teir vilja hava, og hvørjar teir helst vilja sleppa undan. Hesa ferð hava vit spurt tríggjar gentur somu spurningar. 


Heidi Jacobsen, 19 ár
(á myndini omanfyri):

Typa:
- Hann skal vera romantiskur, ærligur og hava eina góða persónligheit. Hann má gjarna íðka onkran ítrótt, og tað hevði verið super, um hann dugdi at gera mat. Hava ein góðan klædnastíl og eitt hampuliga gott sjálvsálit. Og so skal hann helst vera spontanur!

 
Ikki typa:
- Hann skal ikki blíva lætt sjalu og tosa nógv um seg sjálvan. 


Andrea Nolsøe, 20 ár:

Typa
:
- Uhh, hvar skal eg byrja... Eg kann byrja við, at hann skal hava ein sans fyri humor, vera lívsglaður og kann liva lívið eitt sindur spontant. Eitt sjarmerandi smíl er eisini altíð gott ;) Tað hevði verið eitt pluss, um hann tímdi at vaska, rudda og gera mat (nakin), haha tvælt, men eitt sindur av húsligheit sigur mann ikki nei takk til.

 

Ikki typa:
- Pyntidukka! Tað er ikki ‘akkra’ tað, men tó heldur ikki ein í tuflum og ullintum undirbuksum, hahaha... 


 
 

Aleksandra Maricak, 18 ár:

Typa:
- Hann skal hava sans fyri humor og vera klókur! Ikki endiliga Albert Einstein, men sindur av intelligensi má hann hava. Fittur, glaður, geva damuni uppmerksemi og duga at lurta eftir henni. Hann skal vita, hvat hann vil í lívinum og hava sínar egnu meiningar. Eg elski gott luktilsi! Um hann er ein ítrottarmaður og sær gott út, so er tað altíð eitt pluss :) MEN sjarman slær alt! Tað smeltar mítt hjarta...

 

Ikki typa :
- Hann skal ikki spæla WoW/CS/annað meðan mann er har! (like.. hví baðst tú meg so koma?). Egoistar, players og ein sum tuflar. Yvirfladiskur skal hann so slættis ikki vera! Og heldur ikki gera seg alt ov nógv upp til ein og hvønn møguleika. Hann kann sleppa at dáma fótbólt/ítrott, so leingi hann ikki er 'obsessed' við tí.

 

Les eisini: '- Rudda skal hon duga'

Gentur, hvørja typu vilja tit hava? Og hvørja vilja tit ikki hava? 


jona@mess.fo

- Rudda skal hon duga

Merkingar: Typa, K&K

Mess hevur spurt tríggjar stakar føroyskar dreingir, hvørja typu av gentum teir vilja hava, og hvørjar teir helst vilja sleppa undan. Tað er ymiskt, hvussu høg krøvini eru og krøvini eru eisini sera ymisk.


Høgni í Skorðastovu, 22 ár
(á myndini omanfyri):

Typa:
- Rudda skal hon duga, síggja hampuliga gott út, hava ein góðan sans fyri humor, ella sirka líka sum eg, annars so flennir mann bara eftir hvørjum øðrum, ístaðin fyri við hvørjum ødrum, og hon skal ikki vera ein svart-rokkari. Eg havi sikkurt meira, men komi ikki í tankar um nakað annað beint nú.


Ikki typa:

- Sum sagt, skal hon ikki vera svart-rokkari, goth, ella hvussu tað eitur, tað er nógv for depressivt. Hon skal í hvørtfall ikki viga meira enn tvey skinn, hehe. Eitt alvorligt minus er, um hon er monster tóm, men mann skal aldrin siga aldrin.



Uni Jacobsen, 17 ár:

Typa:
- Hon skal vera pen í sjálvum sær, behøvist ikki at verða ein sminkudukka, sjamerandi, behøvist ikki at vera klók, men skal ikki vera tóm. Hon skal hava stíl, og hon skal vita hvat hon vil her í lívinum. Hon skal vera mega fitt, og vera í góðum lag. Hon skal tíma at hygga sær, hyggja film o.s.fr. Og hon skal dáma væl børn, og hon skal ganga i hampuligum klæðum, og ikki grenja illa, og skal duga at gera mat. Hon skal helst íðka ítrótt ella hyggja at ítrótti.

Ikki typa:
- Ein sum allatíðina er í ringum lag ella óð alla tíðina, tað orki eg ikki fyri, og ein, ið skítur á hvat hon gongur í, og veit einki hvat hon ætlar í framtíðini, og ein ið elskar teldu - altso at spæla computaraspøl og sovorði, tað er eitt tað mest ósjamerandi sum er til. Og ein, ið ongantíð smílist. Ein, sum bara bestemmar ella tufflar!! Ein, ið hatar at gera mat og hygga sær, og ikki tímur at hyggja at filmi ella okkurt sovorði. Ein, ið er ótrúgv, ella ja sjálvandi er tað ikki nakar, ið hevur tí typuna, ella tað vil eg í hvørtfall ikki hopa. Ein, ið krevur uppmerkomheit og rópar alla tíðina! Og so tað síðsta sum er rættiliga umráðandi, hon skal lukta væl, og vera reinlig! Eg kundi komi við meira, men svass, eg haldi hattar var tað.


Gestur Danielsen, 20 ár:


Typa:
- Hon skal vera fitt og sjarmerandi, og útsjónd hevur ikki so nógv at siga.

Ikki typa:
- Reyðsokkar, ið bara hugsa um seg og sítt.


(Les eisini fríggjadagin hvørja typu genturnar vilja hava)

Dreingir, hvørja typu vilja tit hava?


jona@mess.fo 

Hevur tú klamydia?

Fólkaheilsuráðið heitir á øll 20 ára gomul um at kanna seg fyri klamydia og sendir tí út útbúnað soleiðis, at øll, sum eru fødd í 1990, heimanifrá kunnu staðfesta, hvørt tey hava klamydia ella ikki.

Fólkaheilsuráðið fer nú undir átak við tí fyri eygað at basa klamydia, sum er vanligasta kynssjúkan her á leiðum.

Øll, sum eru fødd í 1990 fáa í síðst í august og fyrst í septembur útbúnað sendandi, soleiðis at tey lættliga heimanifrá kunnu kanna, hvørt tey hava klamydia ella ikki. Kvinnur kunnu nýta ein vaginalan potipinn, meðan menn skulu pissa í eitt glas. Síðani skal ein senda hetta í einum brævbjálva til laboratoriið á Landssjúkrahúsinum, og einar 10-14 dagar seinni er úrslitið at síggja á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.

Í Føroyum veit mann ikki nágreiniligu tølini fyri klamydiatilburðir, men Fólkaheilsuráðið boðaði í desembur frá, at í mista lagi 15 % av føroyingum hava klamydia. Hetta er serliga galdandi fyri ung ímillum 15 og 29 ár, og talið er allarhest størri, tí fá fólk kanna seg. 50 % til 75 % vita ikki, at tey hava klamydia.

Í grannalondum okkara verður mett, at umleið 5. hvør, sum er kynsliga virkin, hevur ella hevur havt klamydia.

Upprunaliga var ætlanin hjá Fólkaheilsuráðnum at kanna fleiri ungdómsárgangir, men peningur var ikki til hetta.

Les meira um eyðkenni fyri klamydia her.
Mynd: Istock
eir@mess.fo

Hvussu síggja bróst í veruleikanum út?

Merkingar: Bróst,

Ein stórur partur av kvinnum eru ikki glaðar fyri síni bróst. Myndirnar av bróstum, sum verða vístar í miðlunum, geva kvinnum eina mynd av, at bróst í veruleikanum eru stór og rund við smáum vørtum.

Men í veruleikanum eru bróst í øllum støddum og skapum. Myndirnar, sum eru lagdar í myndasavnið á forsíðuni, eru lagdar har fyri at vísa, hvussu vanlig bróst síggja út - stór, lítil, hangandi, ójøvn, stórar vørtur o.s.fr.

Í veruleikanum er tað meira vanligt at hava ójøvn bróst, har tað eina er størri enn hitt. Orsakað av tyngdarmegini, er tað eisini sera vanligt, at bróst hanga.

Sum vit eisini vita, so eru støddirnar ymiskar. Summar kvinnur hava fløt bróst, summar hava smá bróst og summar hava so stór bróst, at tyngdin gevur teimum trupulleikar við rygginum. Sambært brósthaldaravinnuni er miðalstøddin hjá kvinnum í Amerika farin frá eini B skál til eina C skál, orsakað av yvirfita. Støddin er heldur ikki altíð líka. Hon broytist tá ein kvinna er við barn, gevur bróst, og tá hon hevur mánasjúku.

Nógv ung fólk hava ongantíð sæð eini natúrlig bróst, og ávirkað av miðlunum, halda tey, at stór bróst eru tey vanligastu. Nógv enda við at fáa sær eina bróst skurðviðgerð, fyri at "rætta bróstini", tá tey í veruleikanum vóru vanlig alla tíðina.

Í veruleikanum eru meginparturin av ungum gentum bangnar fyri, hvussu bróstini fara at forma seg, summar so nógv, at tær gera av við seg sjálvar. Hetta er ein sera keðilig søga um, hvussu miðlarnir ávirka ungar gentur, og vilja vit tí á mess.fo vera við til at broyta hetta.

Síggj myndirnar í myndaalbuminum á forsíðuni. Myndirnar eru av amerikanskum kvinnum, og eru av heimasíðuni 007b.com


Kelda: 007b.com
jona@mess.fo

Facebook: Sosialir taparar og narcissistar?

Granskarir hava í stóran mun leingi hildið, at sosial net sum Facebook og Twitter hava negativa ávirkan á atburð okkara. Eitt nú hevur verið sagt, at hesi eggja til grunn og følsk vinarbond. Í dag lata granskarir tó væl betri at sosialu netunum, og meiningarnar eru fjølbroyttari. Hetta eru nøkur av nýggjastu granskingarúrslitunum:

1. Tað eru tey fæstu, sum fáa mein av at nýta tíð eitt sindur meira av tíð á sosialum netverkum. Granskarir flest meta t.d., at tveir tímar á Facebook eru tveir tímar minni framman fyri sjónvarpinum - og hetta verður jaligt sætt.

2. Rættiliga nógvar nýggjar kanningar staðfesta, at eitt givið tal av tímum av samskifti á netinum ikki hevur við sær eitt tilsvarandi støði av tunglyndi. Harafturat kenna internetbrúkarar seg ikki einsamallari enn onnur. Til eru tó kanningar, sum vísa tað øvugta.

3. Sosialir miðlar kunnu verða ein greiður sosialur fyrimunur, um sambandið verður hildið við líka í veruleikanum. Nógv ótrygg ung kenna eina hækking í sjálvsvirðinum, sum kann koma teimum til góðar í veruleikanum. Onnur uppliva hinvegin møtið við sosiala veruleikan eins og eitt "reality shock", sum máar undan teimum teirra í forvegin veika sosiala grundarlag. Í øðrum orðum snýr tað seg um, hvør ein er, og hvussu ein nýtir miðlarnar.

4. Sosialir miðlar eru eitt samkomustað hjá narcissistum. Sambært granskarunum líkur ein sannur narcissistur hesi krøv: Sera stórt tal av vinum, eina vakra tjekkaða profilmynd og eina stórfingna presentatión. Um sosialir miðlar skapa narcissistar, ella um teir eru tað í forvegin, er óvist.

Kelda: Psykologimagasinet.dk
Mynd: Istock
eir@mess.fo

Ungar gentur sutta hann av

Merkingar: Oral Sex, Kanning,

Nýggj kanning vísir, at tað gerst meira og meira vanligt, at ungar gentur hava oral sex.

Brea Malacad, granskari úr Alberta í Kanada, sigur við sciencedaily.com hin 11. august, at ein nýggj kanning vísir, at tað er lítil ivi um, at oral sex er blivið ein vanligur aktivitetur millum ungar gentur.   

- Mín kanning vísir, at ungar kvinnur, sum høvdu havt samlegu, eisini høvdu roynt oral sex, greiðir Malacad frá. - Hetta sigur okkum, at oral sex verður ein stórur partur av seksuella lívinum hjá teimum flestu ungu í dag, leggur hon afturat. 

- Bæði samlega og oral sex vórðu sett í samband við jaligar kenslur, sum bendir á, at tær flestu ungu genturnar, ið fáast við oral sex, gera tað, tí teimum dámar tað, sigur Malacad.

- Grundað á mína kanning, eru tað yvir 30 prosent av spurdu kvinnunum, sum kenna seg máttmiklar, tá tær sutta hann av.
   
Malacad sigur, at miðlarnir senda blandaðar boðskapir til tannáringagentur um seksualitet. Á einu síðuni verða ungar kvinnur kritiseraðar fyri at vera ov seksuellar, og á hini síðuni verða tær eggjaðar til at vera seksuelt fríari.  Hon vísir, í seinna døminum, til Samanthu í Sex and the City, sum verður spæld av Kim Catrall - ein sterk, sjálvstøðug, máttmikil kvinna, sum er seksuelt áleypandi - sum fyrimyndin hjá kvinnum til at góðtaka sín seksualitet.
 
Hvussu hevur tú tað við oral sex? Hevur tú roynt oral sex? Dámar tær tað? Skriva viðmerking niðanfyri. 


jona@mess.fo

Rannvá Kunoy - 5. brotið

Rannvá Kunoy hevur hugtakandi framsýning ...
1 2 3 4 5 6
Meira á Mess SV