Fregnir

Sement 2011 verður fyrireikað

Margarinfabrikkin fer í 2011 aftur at skipa fyri tónleikakappingini Sement. Hetta er triðja árið á rað, at Margarinfabrikkin skipar fyri kappingini.

Innleiðandi umførini vera 28. og 29. januar, og sjálv finalan verður 5. februar 2011. Heimasíðan hjá Tórshavnar Kommunu sigur, at fleiri upplýsingar koma seinni, og mælir til, at um tú hevur ein tónleikabólk, so er bara at byrja at venja nú!

Í fjør vann bólkurin Hamferð framman fyri Dánjal og Bjarka og Lyon Hansen.

bjarni@mess.fo

Marnar hølvar alt av

Um vikuskiftið hava fimm ungir føroyskir rennarar luttikið í DM fyri ung. 15 ára gamli Marnar Djurhuus av Morskranesi gjørdist meistari í 3000m renning í bólkinum dreingir 14-15 ár, og rakk tíðin hjá honum eisini til bólkamet hjá Vejle IF.

4. novembur 2009 var hann til sína fyrstu kapping, har hann endaði á einum øðrum plássi og 15 kappingar og 13 medaljur og eitt steyp seinni, var hann m.a. Danmark meistari í 1500 m. renning í sínum aldursbólki og yngsti føroyingur, sum nakrantíð hevur runnið marathon. Nú hevur hann aftur víst sínar dygdir, tí um vikuskiftið vann hann DM í sínum bólki. 

- Eg rann í hølunum á nummar 2, inntil 300 m. vóru eftir, og so spurtaði eg avstað, og bleiv 3 sek. skjótari inn um málstrikuna enn hann. 

Marnar hevur vant nógv til kappingina, og sigur við mess.fo at hann rann hvønn dag og tls. uml. 60 km. um vikuna. Tað er á leið tað sama, sum hann plagar at renna, men upp undir DM var venjingin harðari enn vanligt.

- Eg fór eftir meistaraheitinum. Eg hopaði uppá tað, og vónirnar vóru ógvuliga góðar, sigur Marnar Djurhuus.  

Kappingarárið er liðugt nú, og tí fer Marnar at taka tað róligt í ein mánað. Næsta kapping verður aftur um tveir mánaðir.

Guttorm Sørensen, sum er venjari hjá Marnari, sigur seg vera sera stoltan av honum.

- Um Marnar heldur fram við renningini, sum hann ger nú, so kann hann koma langt innan renning í Norðurlondum, sigur Guttorm við mess.fo 

Les meira um Marnar her. 


jona@mess.fo

Brian Laudrup hevur krabbamein

Merkingar: Brian Laudrup,

41 ára gamli fyrrverandi fótbóltsspælarin Brian Laudrup hevur fingið lymfukrabba. Hetta skrivar TV 3 í einum tíðindaskrivi. 


- Eg fari út við hesum bersagdu tíðindunum gjøgnum mín arbeiðsgevara TV3, tí eg vil sleppa undan gitingum og hálvum sannleikum um sjúkuna. Eg veit, at tess fleiri, sum í næstum hoyra um mína sjúku, størri er vandin fyri, at ein rangtulking av veruleikanum, kemur í miðlarnar. Tí vil eg heldur sjávur fortelja, eina ferð fyri øllum, hvat eg fari ígjøgnum í løtuni, sigur Brian Laudrup.

Sjúkan varð staðfest í síðstu viku, og Brian Laudrup er longu farin undir viðgerð í Keypmannahavn. 

Brian Laudrup sigur at hann er kløkkur av staðfestingini, men hann ætlar sær at vinna dystin móti krabbanum. Sjúkan varð uppdagað tíðliga, og tí er hann sera bjartskygdur. 

- Eg fari næstu tíðinda at brúka nógva tíð uppá at koma yvir kløkkin, og taka mær mær góða tíð saman við familjuni og mínum nærmastu, so vit saman kunnu koma víðari eftir staðfestingina, sigur Brian Laudrup.


mynd: scanpix.dk

jona@mess.fo

New Moon á føroyskum

Í vikuni kom bókin New Moon út á føroyskum undir heitinum Nýmáni. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

Amerikanska Stephanie Meyer hevur megnað at skapa eina "Rowling" við bókarøðini Twilight/Skýming. Bókin er týdd til 37 mál og í 2008 og 2009 seldi Stephanie Meyer flest bøkur í heiminum. í 2009 megnaði hon at selja heilar 29 milliónur bøkur.

Bøkurnar um Edward og Bellu eru sostatt vorðnar heimskendar, og tað er ikki uttan grund. Bæði ung og eldri verða rúnarbundin av hesi heitu kærleikssøguni millum tey bæði. Hetta er ein kærleiki so sterkur, ósjálvsøkin men ikki minst vandamikil. Vandamikil, tí Bella, sum er ein vanlig genta, verður forelskað í einum Edward - einum vampýri. 

Bøkurnar Twilight, New Moon og Eclipse eru filmatiseraðar og hava verið at sæð í Havnar Bio. Síggj brot frá filmunum New moon her.

Bókin Nýmáni er týdd av Maluni Háberg. Bókin er 570 blaðsíður og kostar 280 krónur.


kelda: tíðindaskriv. 

jona@mess.fo 

20 prosent fleiri lesa víðari

Holger Arnbjerg og ASK skipaðu á fyrsta sinni fyri kunningartiltakinum "Markleys Útbúgving" í 2003. Seinastu 10 árini er talið av miðnámsskúlanæmingum, sum fara undir hægri lestur hækkað við 20 prosentum. 

Holgar Arnbjerg frá Altjóða skrivstovuni greiðir her frá, hvussu tiltakið byrjaði. 

- At byrja við skipaði eg fyri nøkrum kvøldum, har, ið lesandi í Norðurlondum og uttanfyri Norðurlond hildu fyrilestrar um, hvussu tað var at koma inn á útbúgving uttanlands og at lesa har. Tiltøkini vóru bæði í Havn og á Kambsdali. Síðani hildu vit, at tað var ein góð ide, um vit gjørdu tað í skúlatíðini, tí tá var tað lættari/betri at koma í kontakt við næmingarnar, so at øll kundu fáa somu kunning, sigur Holger Arnbjerg.

- Endamálið við tiltakinum var at kunna føroyska ungdómin um lestrarmøguleikarnar í Norðurlondum, men eisini uttan fyri Norðurlond, og at motivera og vegleiða ung til víðari lesna - bæði í Føroyum, Norðurlondum og uttanfyri Norðurlond.

Síðan tiltakið byrjaði á fyrsta sinni í 2003 er ein stór menning farin fram. Tølini vísa, at í minsta lagi 20 prosent fleiri fara undir víðari lestur, enn fyri bert tíggju árum síðani. Serliga er talið hækkað av umsøkjarum, ið leita sær hægri útbúgving uttanfyri Norðurlond.

- Fyrsta tiltakið var í 2003 í Norðulandahúsinum, og tað eydnaðist bara heilt væl. Síðani fóru vit aftur út á skúlarnar árið eftir, har ið fyrilestrarhaldararnir fingu tveir skúlatímar í fýra umførum. Vit vildu fegin prøva at gera eitt event fyri allan árgangin. Tískil skipaðu vit fyri einum "arrangemente" í Smyrli í 2006 og 2007. Síðani royndu vit aftur í Norðurlandahúsinum. Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur bara eydnast væl seinstu árini.

Les eisini: Hvat nú? - Markleys útbúgving

Vitja 'Hvat nú?' á Facebook her.

mess@mess.fo 

Norður- lendskt ball og mini-festivalur

19 DJar á fýra pallum verða á Horizon II á Norðuratlantsbryggjuni 18. septembur

- Hetta er eitt millumting millum eitt stórt ball og ein mini-festival.

Soleiðis sigur Mike Antony Charles Johannesen, sum leygarkvøldið 18. septembur skipar fyri tiltakinum Horizon II á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahanv.

Hetta er aðru ferð at skipað verður fyri Horizon, sum er ein DJ veistla við norðurlendskum DJ'arum. Í ár eru 19 DJar við, og koma teir frá bæði Danmark, Íslandi og Føroyum (Afrikid, Allyca't og Brynjolfur, umframt Videojunkie, sum er VJ).

Í Norðuratlantsbryggjuni verða fýra pallar: ein stórur pallur, ein lounge, ein minni pallur í trappunum og sum nakað eyka forkunnugt verður listaverkið hjá Tróndur Patursyni, Kosmiska Rúmið, eisni nýtt sum pallur.

- Vit eru sloppin at nýta Kosmiska Rúmið sum pall í ein tíma um midnátt. Har sleppa einans 20 fólk inn í senn, men við øllum vakru litinum, vænti eg, at tað verður eitt feitt upplivilsi, sigur Mike.

Mike sigur seg skipa fyri Horizon II av tveimum orsøkum:
- Sjálvandi ein vil bara skapa eitt feitt tiltak. Men eg vil eisini opna eyguni hjá danskarum fyri bygninginum Norðuratlantsbryggjuni, og vil vísa teimum nakrar av okkara DJ'arum. 

jan@mess.fo

Alfred tekur undir við Jenisi

Merkingar: Alfred Olsen,

Formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, Alfred Olsen, sigur, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at hetta uttan iva provokerar fjøld av fólki.

Soleiðis skrivar heimasíðan hjá Norðlýsinum. 

Í samrøðu við Norðlýsið sigur Alfred Olsen, at hann er sera fegin um at fáa vitan av íslendska forsætisráðharranum, men tá hon samstundis hevur maka við av sama kyni, er eingin ivi um, at hetta skapar eina provokatión.

- Sjálvandi skulu vit vísa einum statsleiðara gestablídni, men mín áskoðan er, at tað stríður móti tí náttúrliga at maður ella kona liva saman við fólki av sama kyni.

Alfred sigur seg ikki skilja, hví Høgni Hoydal kann siga at meginparturin av føroyingum góðtekur at samkynd kunnu liva saman í parlagi. Hann sigur seg halda, tað vera skeivt av formanninum í Tjóðveldinum at standa fram, sum um allir føroyingar góðtóku lívsáskoðanina hjá íslendska forsætisráðharranum. 

kelda: Nordlysid.fo

jona@mess.fo

Gudloysi lærir Jenis Bíbliusøgur

"Jesus gjørdi sær ómak at vera góður við tey "ópopuleru", og hann hevði neyvan uppført seg sum ein sovorðin fariseari". Nakað soleiðis skrivar Ása Johannesen úr Gudloysi, nú Jenis av Rana ikki vil sita til borðs við íslendska forsætisráðharran


Tað hevur skapt nógva øsing, at Jenis av Rana ikki vil sita til borðs við íslendska forsætisráðharranum og konu hennara, tí tær eru samkyndar, og at Jenis av Rana kallar íslendsku forsætisráðharra vitjanina "eina provokatión".

Eisini felagskapurin fyri gudloysingar, Gudloysi, átalar Jenis av Rana. Ása Johannesen úr Gudloysi skrivar soleiðis á heimasíðu sínari:

Tað, at ein stjórnarleiðari vitjar eina aðra tjóð við sínum maka, er provokatión? Hvønn heldur hann Sigurðardóttir, forsætisráðharri roynir at provokera? Vónandi heldur hann ikki at íslendska stjórnin og Føroya løgmaður við vilja royna at provokera bara hann, ella? Eg haldi tað er eitt nokkso ógvusligt tiltak, bara fyri at provokera Jenis. 

Ása Johannesen átalar eisini, at Jenis av Rana sigur, at hetta er "ikki normalt sambært skriftunum":  

Eg helt at Jesus var vinur við tey "ópopuleru". Øll tey, sum fólk hildu vera ómoralsk og syndug gjørdi Jesus sær ómak at vera góður við. Eg rokni ikki við at hann hevði uppført seg sum ein sovorðin fariseari, kenni eg mínar bíbliusøgur rætt.

Ása Johannesen skrivar, at hetta er eitt øgiliga týðiligt dømi, um hvat kann henda, um "tú gloymir tína egnu samkenslu við næstan og tína egnu menniskjansligheit fyri at passa inn í eina ekstrema, afturhaldna og snævurskygda trúgv. Tú endar við at brúka bíbliuna sum umskyldning fyri at lata vera við at vísa gestablídni og opinleika fyri verðini". 

Ása Johannesen endar við at siga, at vónandi skamma kristin flest seg yvir at hoyra til sama "bólk" sum Jenis.

Kelda: gudloysi.fo
jan@mess.fo 

Jenis í andgletti

Merkingar: Jenis Av Rana

Tíðindini um at Jenis av Rana ikki vil sita til borðs við íslendska forsætisráðharranum, er í øllum teimum íslendsku fjølmiðlunum í morgun. 

- Eg fór ikki kortini, um so konan hevði verið boðin við eisini.

Soleiðis sigur Jenis av Rana við Vágaportalin í samband við, at hann er boðin til døgurða saman við íslendska forsætisráðharranum, Jóhonnu Sigurdardóttir, og konu hennara Jóninu Leonsdóttir.

Orsøkin til tess er, at íslendski forsætisráðharrin er samkyndur. Jenis av Rana heldur, at tað er ein provokatión, at ráðharrin kemur til Føroyar, og sigur við Vágaportalin, at hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum.

Og tíðindini um at Jenis av Rana ikki vil sita til borðs við íslendska forsætisráðharranum, er í øllum teimum íslendsku fjølmiðlunum í morgun.
Øll tey stóru bløðini og íslendska sjónvarpið hava umrødd støðuna hjá formanninum í Miðflokkinum.

jan@mess.fo 

- Rættiliga kul við skamlunum

Klaksvíkingar settu herfyri enn eitt met. Fyrstu altjóða góðkendu startskamlarnir í Danska kongaríkinum eru at finna í svimjihøllini í Klaksvík. Harumframt eiga klaksvíkingar met sum heimsmeistaran í egning og heimsins størsta húk. Mess spyr klaksvíkingar, hvat teir halda um øll hesi metini. Høgni heldur tað vera eitt sindur útvatnað eftir hondini, meðan Kristian heldur tað vera rættiliga kul.

 

Í samband við at svimjihøllin í Klaksvík hevur fingið nýggjar startskamlar, hevur yvirskiftin "Enn eitt met í Klaksvík" verið at sæð á portalunum kring landið. Á Facebook eru fólk farin at kalla Klaksvík fyri Metvík, Guinness Record bók fyri Klaksvíksporno og skrønur sum "Veitst tú, hvussu tú veitst um tú ert ein klaksvíkingur? Tú hevur set met í onkrum!" hava verið at hoyrt. 

Eru fólk troytt av øllum avdúkingunum í Klaksvík, ella er tað stuttligari at vera klaksvíkingur? Mess hevur spurt tveir klaksvíkingar, hvat teir halda: 

 

Kristian Olsen, klaksvíkingur við stórum K:

- Eg haldi tað er rættiliga kul við skamlunum. Hatta er eitt dýrt prosjekt, sum kostaði uml. ½ mió. krónur fyri tveimum árum síðani, minnist meg rætt. Tað eru teir fyrstu í danska kongaríkinum. Vit snakka eisini um eitt rættiliga møtimikið prosjekt. Næstan allur kanturin á hylinum skal skiftast, fyri at leggja leidningarnar o.s.fr. 

- Summi halda kanska at tað er hjernadeytt at keypa so dýrar skamlar, tá vit ikki hava 50 m. hyl, men eg haldi tað er gott fyri føroyska svimjing. 

- Tað er kanska eitt sindur yvirdrivið lýst, men tað var ikki so ekstremt. Tað helst eisini gjørt fyri at lýsa svimjihøllina og -felagið í Klaksvík, so fólk fara at hugsa, at nú fara vit til Klaksvíkar at svimja. 

 

Høgni Heinesen, klaksvíkingur búsitandi í Havn: 

- Eg haldi at tíðindini um skamlarnar eru við til at seta tingini í perspektiv. Tá eg fór inn á portal.fo og sá, at tíðindi sum nýggir skamlar í svimjihøllini í Klaksvík, stóðu undir liðini á tíðindum sum 'Sjúkrahúsið fær ikki pengarnar at røkka til' og 'Náttúruvanlukkur í Pakistan', so haldi eg, at ein sær tey vigtigu tingini. Tíbetur hvurvu tíðindi um skamlarnar nokk so skjótt aftur. 

- Klaksvíkingar seta met sum heimsmeistaraskap í egning o.s.fr. meðan Pál Joensen setur verulig met. Eg haldi at tað luktar eitt sindur av internari marknaðarførslu frá Klaksvíkar kommunu. ALT positivt, sum hendir, kann brúkast. Hevði t.d. ikki verið kløkkur, um kommunan lýsti við, at í samband við at filtrið í svimjihylinum í Klaksvík verður skift, so spælir hornorkerstrið og pinnamatur verður at fáa. 

- Eg haldi at tað er eitt sindur útvatnað eftir hondini. 

 

Hvat heldur tú?


Mynd: Dávur Winther

jona@mess.fo

Rannvá Kunoy - 5. brotið

Rannvá Kunoy hevur hugtakandi framsýning ...
1 2 3 4 5 6
Meira á Mess SV